Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Súrt tap

Súrt tap

| 16/04/18

Tað vóru tvey lið, ið vóru svong eftur stigum, tá TB/FC Suðuroy/Royn tann 15 april bjóðaði argjamonnum í AB upp til dans á heimavøllinum við Stórá í Trongisvági. Bæði liðini hava fingið eina heldur trilvandi byrjan uppá kappingarárið og lógu áðrenn dystin á ávíkavist á áttanda og níggjunda plássi í Betrideildini.

Dysturin byrjaði væl við góðum stíðsvilja frá báðum liðum. Heimaliðið hevði fyrstu løtuna bóltin heldur meira, meðan argjamenn stríddust og pressaðu langt frammi á vøllinum. Hóast góða viljan at vinna spælið, megnaðu hvørgan av liðunum at skapa vandamiklar støður og tað gingu heili 20 minuttir áðrenn fyrstu málroyndina í dystinum. AB fekk fríspark í góðari støðu, sum teir umvegis manngarðin, sendu beint við síðunar av. Fyrsta royndin frá heimliðnum var eitt langskot frá Isaac, sum í 25. minutti, eisini skeyt uttanfyri. Stutt eftir hetta var Búi nær við at náa fram til eitt vandamikið innlegg, men onki spurdist burturúr.

Tá hálvur tími var leiktur, kom einasta málið í dystinum. AB vann bóltin á egnari hálvu, sendi eina langa avlevering fram eftir miðum vølli, har bólturin bleiv snittaður víðari av einum AB høvdi, som fall fyri føturnar á Bjarka Nielsen sum tók tvey trek og sendi bóltin framvið Budakovic í heimamálinum. Tað hendi ikki meira í fyrra hálvleiki at skriva heim.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði, liðini bæði royndu og stríddust uttan at tað førdi til tað stóra. Tá hálvur tími var eftir, fekk AB ein hampiligan møguleika sum Budakovic hegnisliga bjargaði.

Eins og í dystinum móti KÍ, vaknaði heimaliðið rættiliga seinasta korteri og pressaði gestirnar í botn. Bólturin bleiv ferð eftir ferð sendur inn í brotsteigin hjá AB og fleiri ferð var um reppi at møguleikin var har.

Og eins og í dystinum móti KÍ, og sum altíð kemur tá støðan er 0-1, so kom møguleikin at javna. Búi fekk ein heldur tilvildarligan bólt í føtunar og kom at standa fríður frammanfyri AB málmanninum. Men tíverri miseydnaði aftur hesaferð, tá skotið hjá Búa fór beint omanfyri. Sera óheppi, tí heimaliðið hevði sanniliga ikki uppborið at fara av vøllinum við ongum stigi. Dysturin endaði við einum súrum tapi á 0-1 og argjamenn kunnu frøðast um tey trý stigini, hóast teir als ikki vístu nakað serligt.

Heimaliðið vísti vilja og stríddist væl tað mesta av dystinum, og hevði uppiborið minst eitt stig, so sanniliga eitt keðiligt úrslit.

Órógvandi var tó, at hyggja eftir hagtølunum frá dystinum. Okur høvdu ikki eina roynd, ið rakti AB málið meðan gestir einans høvdu tvær roynir á okra málrammu. Hví okur ikki megna at skapa meira frammeftir er torført at meta um, men hesin trubuleikin má loysast skjótast gjørligt, tí uttan mál vinnur man ikki fótbóltsdystir.

Til seinast vil jeg eisini viðmerkja, at jeg haldi, at stuðulin kring vøllin sanniliga kundi verið betri. Áskoðaratalið fækkar, heppandi róp eru ongi og sofaserfrøðingarnir tosa neiligt um liðið og gongdina í løtuni. Tað hevur sjálvsagt sína ringu ávirkan á liðið og tað hava okur bestemt ikki brúk fyri í løtuni. Okur mugu bara viðurkenna, at hetta eru teir bestu leikarar ið okur hava í oynni, og okur kunnu ikki gera tað betri enn tað sum felagsliðið ger í løtuni. So jeg vil heita á suðuroyingar um at bakka upp, hugsa jaligt og vísa sín stuðul, tí uttan stuðul frá okum lokalu, so fer alt fyri bakka.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing