Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tamur aðalfundur

| On 27, Nov 2012

Savnsmynd av TB búmerkinum

Tvøroyrar Bóltfelag hevði aðalfund herfyri, og hóast tað var rættuliga spennandi, at hoyra um vitjanina hjá Sheffield FC á Tvøroyri í summar, so hoyrdist lítið um leikaratilgongd, og venjaraspurningurin er eisini ósvaraður enn. Fundarfólkið spurdi, sum vera man, um hesi týdningarmiklu mál, men svarið var eintýtt, frá endurvalda formanninum, Andra Dalfoss; -Arbeitt verður við málunum, og meira fæst at vita, um miðjan desember. Fyribils verða tað Hans Fróði Hansen og Karl Øster, ið taka sær av hópinum, til venjarin verður settur, og arbeiðið veruliga byrjar, segði formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag, Andre Dalfoss, sum tók við afturvali á aðalfundi felagsins

Fyrr í vetur kundi lesast her á síðuni, at felagið skrivaði undir sáttmálar við lyklaleikarar, umframt nakrar yngri leikarar. Men enn er eitt sindur eftir, til hópurin er fult mannaður. Tí var spenningurin sjálvandi stórur, undan aðalfundinum, um nakað nýtt mundi verða at frætta. Men so varð tó ikki. Um sæð verður burtur frá hesum, so stendur Tvøroyri frammanfyri einum sera spennandi summari. Stórsligin vitjan er fingin í lag, av ongum minni enn heimsins elsta fótbóltsfelagi, Sheffield FC, úr Onglandi. Forvitnisliga hugskotið eigur Hans Fróði Hansen, Ítróttarstjóri hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

 

Búmerkið hjá heimsins elsta fótbóltsfelag, Sheffield FC (Mynd: Sheffieldfc.com)

Søgulig og forvitnislig vitjan
Ítróttarstjóri okkara, Hans Fróði Hansen fekk samband við nýggja direktørin hjá Sheffield FC, sum hevur sett út í kortið, at enska felagið fer á rundferð kring heimin, til tess at promovera stórsligna felagið. Sheffield FC varð sett á stovn í 1857, og varð harvið fyrsta fótbóltsfelag í heiminum. Teir løgdu lunnar undir fótbóltin, og tá bretarnir so hoyrdu um Tvøroyrar Bóltfelag, og okkara nøkunlunda líknandi søgu. blivu teir bergtiknir alt fyri eitt. Ein avtala kom í lag heilt skjótt, og kenda enska felagið kemur sostatt á vitjan á Tvøroyri í juli mánaði. Saman hava hesi bæði stórslignu feløg eina 275 ára langa søgu, so tá tosað verður um søguligar dystir, so slær ongin hendan her, sum verður spældur við Stórá í juli mánaði 2013.

Nevndirnar blivu allar afturvaldar
Í starvsnevndini var tað bert formannsessurin, sum stóð fyri valið, og í hendan sess, bleiv Andre Dalfoss afturvaldur.
Fótbóltsdeildin og ungdómsdeildin blivu báðar mannaðar á sama hátt, sum frammanundan, so organisatoriskt er Tvøroyrar Bóltfelag nøkunlunda til reiðar til kappingarárið í 2013.