Tann perfekta TB jólagávan

TB arir, okur síggjast (Mynd: facebook)

Í Sportmaster á Tvøroyri ber nú til, at keypa eina ørgrynnu av ymiskum TB souvenirs. Givið, at tað stundar til jóla, er ein av hesum lutum, eitt sera gott boð uppá eina jólagávu. Vørurnar, ið keypast kunnu, eru millum annað trý ymisk sløg av TB turrikløðum, tvey sløg av TB húgvum, TB poloshirt og TB venjingardraktir. Um tit ætla tykkum eina venjingardrakt, mugu tit tó skunda tykkum, tí seinasta freistin til at bíleggja eina tílíka til jólagávu, er í morgin kl 16. Hinar vørurnar eru flestar á lagur. So gleðið tykkara børn ella tykkum sjálvi til jóla, samstundis sum tit stuðla TB.

Poloshirts og TB draktir fáast eisini til keyps

Slíkar vakrar poloshirts prýða sera væl, og er hetta ein sera vøkur jólagáva (Mynd: Bjarni Nygaard)

 

 

 

 

 

 

 

 

Tvøroyra Bóltfelag, FYRSTA, KULASTA og BESTA felag í landinum

Scroll to Top