Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tap á Skála

Tap á Skála

| 18/03/19

Sunnudagin var annað umfar í Betri Deildini á skránni og vóru tað nakrir TB’arir við góðari vón, ið fóru til Skála, tí lagið var gott eftir frálíku byrjanina uppá kappingarárið.

Tíverri gjørdist dysturin á Skála ikki nøkur fragd og endaði tað við einum 2-0 tapið. Sum stundum kundi tykjast at hava lyndið at gerast størri.

Tó so skal sigast, at beint áðrenn Skála fekk fyrst málið, so høvdu vit eitt dundur skot á yvirleggjaran hjá Skála, men inn vildi bólturin ikki.

Tapið á Skála hevur við sær, at vit nú liggja nummar seks við trimum stigum.

Næsta umfar er, vegna landsliðssteðg, 31. mars, tá vit skulu til Fuglafjørð at møta ÍF, sum framvegis onki stig hevur fingið.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing