Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tap í illveðrinum við Stórá

Tap í illveðrinum við Stórá

| 11/03/18

Tað var illveður í Trongisvági, tá TB/FC Suðuroy/Royn og NSÍ spældu. NSÍ hevði undanvind at byrja við og teir trillaðu bóltin fyri tað mesta runt á teirra egnu hálvu. Hesum spælinum vóru vertinir nøgdir við og leikliga gongdin darvaðist enn meira av undanvindinum hjá NSÍ.

Heimamenn úr Runavík eru ofta komnir av torvheiðum úr landsins enda seinnu árini, og viðhaldsfólkini hjá samanlagda liðnum bíðaðu bert eftir hálvleiki, tá vindurin blásti móti NSÍ. Munurin á NSÍ fyrr og nú er eyðsýndur, felagið hevur nýggjan venjara, teir vísa ikki somu líkasælu á vøllinum og teir vildu fáa mál. NSÍ hevur horna og Klæmund Olsen rennur á fremru stong og stútar bóltin í kassan, 0-1.

Okur fáa onki at hanga saman eftir hetta; vinstri bakkur er í ongamannalandi og ein NSÍ’ari rennur fullkomuliga leysur á baklinjuni, innlegg hanara er ússaligt men Klæmint A Olsen tveitir seg fram og hælar bóltin í kassan. 0-2 og NSÍ er í dreymalandi.

Suðuroyinganir fingu ein møguleika móti endanum av hálvleikinum, men frísparkið hjá Stefan Radosavljevic rakti stólpan. Hetta var dagsins hæddarpunkt fyri okkum. NSÍ sýndi rutinu í seirra hálvleiki, okur royndu at skelka teir við einum máli, men Betuel Hansen og Petur Knudsen gjørdu tað til 0-3 og seinni aftur 0-4.

Dysturin endaði og suðuroyinganir eiga ikki at verða fjálturstungnir, ein dystur er aftur í næstu viku, og tá spenna okur bogan.

Annars kann nevnast, at hinir báðir dystirnir hjá TB/FC Suðuroy/Royn, ið vóru á skránni hetta vikuskiftið endaðu soleiðis; U21 vann sannførandi við Stórá ímóti NSÍ 5-0. Hinvegin gekk als ikki gott á Toftum hjá 1. deildarliðnum, tí har tapti TB/FC Suðuroy/Royn 0-8.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing