Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tap í vetraligum páskadysti

Tap í vetraligum páskadysti

| 03/04/18

Í fagrasta jólaveðrið á páskum, vindstilli og kavaflykrum, var ein á papírinum spennandi dystur í Betri deildini á skránni í Trongisvági. Annað av liðnum, ið mong hava spátt sum ein av FM kandidatunum, KÍ, var komið túrin suður at vitja felagsliðið í Suðuroynni TB/FC Suðuroy/Royn. Bæði liðini vunnu sínar undarfarnu dystir, so útlitini fyri einum góðum dysti í kuldanum við Stórá vóru góð. Men sigast skal beinavegin, at dysturin als ikki bleiv nakað festfýrverkarí, tvørturímóti.

Dysturin byrjaði sera varliga og hvørgan av liðnum tóktist at vilja tað stóra frameftir. KÍ hevði bóltin heldur meira enn TB/FC Suðuroy/Royn, tó uttan at nakað vandamikið spurdist burturúr, meðan heimaliðið tóktist at satsa uppá skjótálop. Fyrsta hæddarpunkið var eftir umleið tíggju minuttir, tá liðskiparin hjá heimaliðnum, Teitur Olsen, var tætt við, tá hann við høvdinum skallaði eitt horna lúkst uttanfyri arðu stongina.

Tá umleið 23 minuttir vóru leiktir kom einasta málið í dystinum. KÍ fekk fríspark uttarliga mitt á hálvuni hjá heimaliðnum. Frísparkið bleiv skotið væl innfyri, har ein KÍ leikari strekti seg og snittaði bóltin í netið lúkst úti við stongina har Budakovic í málinum ikki rakk. Eitt einkult men væl útført mál.

Restina av fyrra hálvleiki var ikki nógv at skriva heim um fyri heimaliðið, eitt skot langt útifrá frá Isaac var einasta heimaliðið hevði at bjóða meðan KÍ einar tvær ferðir kom fram til hálvvandamiklar støður, ið kundu og burdu givið mál sum tó ikki blivu til nakað.

Seinni hálvleikur byrjaði við sama spæli sum fyrri. KÍ hevði bóltin meðan heimaliðið lá aftarliga og bíðaði og royndi seg við skjótálopum. KÍ var tvær ferðir nær við at økja, tá fyrst eitt innlegg var sent á tvørstongina og síðan eitt fríspark, ið rakti stongina. Heimaliðið virkaði ikki til at hava eitt mótsvar og hevði stórt sæð ongan málmøguleika fyrr enn eini 75 minuttir vóru leikir.

Við einum korteri eftir, var sum um at suðuroyingarnir vaknaðu úr dvala og kom longur fram á vøllin at pressa vitjani klaksvíkingarnir. Eitt tilvildarligur bóltur datt fyri føturnar á Stefani, sum sendi bóltin beint uttanfyri, og síðan fekk Salmundur ein møguleika við høvdinum men heldur ikki hann rakti málið og skallaði uttanfyri.

Tá umleið fimm minuttir vóru eftir kom møguleikin at javna, ið altíð kemur tá støðan er 1-0. Innskifti John Villi Leo varð feldur stutt uttanfyri KÍ brotsteigin. Arifovic bleiv settur at taka frísparkið, sum hann við vinstra fótinum sendi hart og lágt inn fyri KÍ málið. Tíverri fór bólturin millum vinir og fíggindar uttan at nakar rakti hann og út av vøllinum hinumegin. Einir tríggir suðuroyingar vóru sera tætt við at fáa fótin á og snitta útjavnandi bóltin í netið men so skuldi tíverri ikki blíva.

Beint áðrenn dystarlok bleiv málmaðurin Budakovic meiðslaður og lá á vøllinum í útivið fimm minuttir, men tíbetur kom hann á føtur aftur og fullførdi dystin.

Klaksvíkingar vunnu 1-0 og hóast teir ikki vístu tað stóra, so var tað samanumtikið uppiborið at teir fingu tey trý stigini við heim. Heimaliðið vildi ov litið og tá man stillar seg so aftarliga, sum vit gjørdu í dag, so verður torført at vinna dystir. Á heimavølli átti man heldur at lagt meir fyri og pressa gestirnar longri frammi enn tað vit vóru vitni til í dag.

Samanumtikið ein heldur óáhugaverdur dystur fyri teir umleið 200 møttu áhyggjarnar har lítið gott fótbóltsspæl var at síggja og fáir málmøguleikar.

Tó skal havast í huga at kappingarárið just er byrja, so fótbóltsspælið verður uttan iva betri í takt við fleiri dystir verða leiktir.

Til endans vil eg rósa teimum nógvu KÍ fjepparunum, ið vóru komnir suður at stuðla blá-hvíta liðnum, serliga teimum 10-12 fýrunum við tungum ryggsekkum, ið báðar hálvleikirnar stóðu aftanfyri málverjan hjá heimaliðnum. Smáargandi sangir, kjaftaslit og blát roykshow: skemtiliga hæddarpunktið hendan ísakalda várdagin við Stórá.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing