Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tap við Stórá

Tap við Stórá

| 22/09/13

Effodeildin: TB 1-4 NSÍ

Í dag var NSÍ komið á vitjan og vit høvdu sett nøsina upp móti einum sigri, tí møguleikarnar eru við at fækkast, men tíverri bleiv talan um eitt heldur tannleyst TB lið, ið ikki veruliga tordi at bjóða NSÍ veruliga av í fyrsta hálvleiki.

Ndende hevði ein snudd eftir dystin í Vágunum, og sat tí uttanfyri í dag frá byrjan. Dan byrjaði í hansara stað, annars er liðið tað sama sum tað hevur verið í seinastuni.

Ivan

Teitur, Óli, Martin, Eirikur

Poul, Dan, Rógvi, Babacar, Nicky

Arthur

Tað var gott fótbóltsveður í dag, so at siga ongin vindur, men tó eitt sindur fitt av regnið, men hetta er eitt av teimum bestu líkindum at spæla fótbólt í. Tíverri, líka so gott fótbóltsveður, eins keðiligt var úrslitið tá Lars Müller bríkslaði fyri seinastu ferð.

Fyrsti hálvleikur var sum heild onki at rópa upp um, fáir møguleikar til bæði liðini og ikki serliga væl skipað spæl. Men tá tað restaði nakrir minuttir í til fyrsti hálvleikur var liðugur, tá hava vit ein rættuliga stóran møguleika, men NSÍ fær ruddað burtur næstan á strikuni. Løtu seinni fara NSÍ í álop og tað endar við at bólturin situr í kassanum til hálvleiksstøðuna 0-1.

IMG_8035

Hetta var tungt at fáa eitt mál móti okkum beint áðrenn hálvleikin, og tí noyddist Páll uttan iva at tosa við eitt sindur størri bókstavir, enn hann hevði ætlað, tí enn var møguleikin fyri at fáa trý stig heilt opin, um ikki NSÍ fekk hatta málið. Hetta minkaði um møguleikan og realitetin, men vit vita sum eru at okkara menn kunnu kempa ein ávísa likamspart út av buksunum.

Dagurin í dag var ikki ein av okkara eydnudøgum, tí vit fara út til annan hálvleik og NSÍ fáa eitt mál og brekka gerst ein drúgvari.

Vónin kemur aftur

Tá ein góður tími var leiktur fingu vit eitt mál, sum Ndende skallaði inn um eftir innlegg úr høgru. Ndende var komin inn stutt inni í øðrum hálvleiki. Samstundis við at Ndende kom inn, bleiv Ragnar Tausen eisini settur á vøllin. Út fyri teir báðar fóru Arthur og Dan.

Vit hava í hesum minuttum nakrar møguleikar aftrat at fáa mál, men bólturin vil ella kann bara ikki fara innum, tíverri. TBarnir koma fram til onkrar støður, har vit áttu at fingið eitt mál, men tíverri bleiv tað ikki í dag.

Eftir hetta málið livdu vónin, men tíverri bert sera stutt.

Dysturin var illa nokk bríkslaður í gongd eftir minkandi málið frá TB, so var galið í hinum endanum. Eirikur ger brotsspark og Klæmint A. Olsen setti hann í kassan og gjørdist har við dupultur málskjútti.

Alt endaði við tí, at tá 80 minuttir vóru leiktir, tá gjørdist endaliga støðan 1-4 eftir eina misskiljing millum Martin og Ivan, sum førdi við sær at Martin skallaði bóltin upp um Ivan og í egið net. Eitt keðiligt mistak, sum tó ikki veruliga hevði nakað at siga, tí tað var 1-3 málið, sum tók luftina úr ballónini.

Vit mugu kempa víðari

Eitt sum tó skal sigast og tað er, at hetta kappingarárið er als ikki liðugt fyrr enn seinasta bríksl hevur verið. Vit mugu kempa víðari, sum svakir og AB skal vinnast um eina viku!

Tá skal lív og sál leggjast í arbeiði inni á vøllinum og tað skal stríðast og berjast, sum um Beelzebub var í hølunum á okkum allatíðina!

Kempa, kempa, kempa!

Myndir frá dystinum

Nakrar myndir frá dystinum kunnu síggjast umvegis hesa leinkjuna.

Dagsins leikari

Atkvøðast kann um dagsins leikara í høgra bredda. Eisini er stigatalvan dagførd við úrslitum frá hesum leikumfarinum.