Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tap í málríkum dysti

| 22/07/13

effodeildin

Effodeildin: ÍF 4-3 TB

Sunnudagurin stóð fyri durum og TB fór norður um fjørð at møta ÍF, sum undan dystinum lá á einum øðrum plássi í Effodeildini. Hetta var fyrsti dystur eftir summarsteðgin og hetta hevur helst givið nøkrum av viðhaldsfólkunum nervar, tí tað er altíð ivasamt, hvussu eitt lið klárar seg eftir ein slíkan steðg.

Eitt sum merkti dystin var, at veðrið har ótrúliga gott í Fuglafirði hendan dagin og Einherjar kundu lættliga sita og vísa teirra TB troyggjur fram í góðveðrinum, har TB Sirenan bleiv kallað ein lúður av nøkrum ÍF’arum – Einherjar hildu annars, at øll máttu at vita, at hetta er ein sirena og ikki nakar lúður. Ein av Einherjum tóku til, at hesin kundi als ikki havt siglt nógv.

TB hevði so at siga allar mans tøkar uttan Teitur J. og Heina Mikal. Hans Fróði, venjari, hevði valt at taka Chris úr 1. deild upp til Effohópin til dagsins dyst, tíverri gav hetta ikki nakað úrslit, tí Chris mátti út við skaða eftir fáar minuttir. Ragnar Tausen kom í hansara stað og  skuldi hann gerast eitt vandamikil harri á TB liðnum.

Sum heild byrjaði dysturin javnt og ongir størri málmøguleikar eru fyrr enn fyrsta málið í dystinum kemur. Hetta var eftir 30 minuttir, har eitt álvarsamt mistak í verjuni hjá TB førir við sær, at ein leikari ótarnaður kann renna undan verjuni, tí hon metir tað vera rangstøða – hetta var tó ikki so, tí hesin sum fór frá verjuni, ikki var rangstaddur. Øssur Dalbúð kundi, eftir at vera komin eitt sindur inn móti Ivani, sum var komin út ímóti, leggja hann uppum hann og inn í netið.

Nú var 1-0 til heimaliðið og nú kundi tað gerast ein tung brekka at ganga, tað sum restaði av dystinum, og tað skuldi vísa seg at gerast uppaftur drúgvari beint eftir steðgin.

Tað vóru ikki farin nógv sekund av øðrum hálvleiki, so var bólturin aftur í málinum, aftur í TB meskunum. Ári Ellingsgaard kundi hesa ferð gera støðuna til 2-0 til teir reyðu.

Ein bóltur bleiv spældur fram eftir, inn um verjuna hjá TB, har Ivan kemur út ímóti og tíverri kiksar Ivan og bólturin verður als ikki sparkaður av vandaleið og endar hjá Ára, sum meira ella minni ótarnaður kann seta bóltin inn.

Nú vóru útlitini ikki góð fyri at fáa eitt gott úrslit heim við úr Fuglafirði, men TB skuldi knappliga vísa seg sum hamskift.

Alt byrjar eftir, at tað er leiktur ein lítil tími, har TB fáa bygt gott spæl upp og síðani verður ein bóltur lagdur innfyri til Ndende, sum setti bóltin í kassan. Tíverri skuldi tað vísa seg, at Petur Reinert bríkslaði fyri rangstøðu og tíverri var hetta nokk røtt avgerð.

Ndende skuldi tó ikki fara av vøllinum uttan at gera mál hendan dagin, tí eina løtu seinni so kom eitt innlegg úr høgru, sum hann flott kundi seta framvið Jákupi Mikkelsen í ÍF málinum og nú tevjaði TB garparnir blóð aftur og bert fáar minuttir aftaná kom útjavnandi málið.

Hetta málið var eitt sera vakurt mál, sum Ragnar Tausen skuldi standa fyri. Ragnar, ið kom inn fyri Chris tíðliga í dystinum, var sera vandamikil í álopinum hjá okkum og hansara skjótleiki gav fleiri ferðir ÍF verjuna høvuðbrýggj.

Málið kom bert tveir minuttir eftir fyrst TB málið og hetta gav TB fjepparunum, sum vóru komin úr nær og fjar at fjeppa teirra garpar, stóra gleði. Nógvir TB fjepparir vóru komnir av G! Festivalinum, har ein TB Camp sjálvandi hevði verið. Hesin TB Camp bleiv millum annað umrøddur hóskvøldið á Rás 2, har Evi Tausen og Barbara Holm vitjaði og tosaðu við ein av TB Camparunum.

Tíverri var hetta ikki ein dystur, har Clayton kundi haldast vekk frá máltalvuni, tí tá 81 minuttir vóru leiktur kundi hann seta bóltin í TB málið.

Hetta tók eitt sindur av luftini úr TB ballónini og 7 minuttir seinni kundi hann enn eina ferð leggja bóltin inn aftanfyri Ivan til 4-2.

Í ein av seinastu minuttunum, sum vóru í Fuglafirði, skuldi verju generalurin, Óli Johannesen, fáa bóltin beint uttanfyri 16-meturin og við vinstra beininum tók hann og legði bóltin hart og kontant upp í trýkantin aftanfyri hansara gamla liðfelaga á landsliðnum, Jákup Mikkelsen.

Sum heild kann sigast, at hesin dysturin var undirhaldandi og TB fingu, sum so eina góða byrjan aftaná summarsteðgin. Tíverri fingu vit ikki nakað stig hesu ferð – næstu ferð skulu vit dystast móti Víkingi.

Atkvøðast kann um dagsins leikara í høgra bredda.