Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB á Mentanarnáttina

TB á Mentanarnáttina

| 09/07/14

Nú Mentanarnáttin er í hendi hevur TB fyriskipað ymisk tiltøk. Niðanfyri kann lesast um ymsu tiltøkini.

Listauppboðssøla

Í samband vid Mentanarnáttina, 11 juli, hava vit fyrireika eitt heldur øðrvísi og spennandi tiltak, ið gestirnir á Mentanarnáttini kunna gleða seg til.

Tiltakið er ein uppboðssøla av listaverkum, við málningum/listaverkum latin av listafólkum bæði nær og fjar. Flestu av listaverkunum eru at síggja í skrivstovu inngongdini hjá N. J. Mortensen og verða tey írestandi hongd upp so hvørt, tey koma okkum í hendi.

Síggj yvirlit yvir listaverkini umvegis hesa fíluna.

Kendi vinnulívsmaðurin, Viberg Sørensen verður uppboðshaldari.

Uppboðssølan byrjar kl 21:00.

Um onkur skuldi verið, sum er áhugaður í einhvørjum málningi/listaverkið og ikki sjálv-/ur hevur møguleika at verða tilstaðar til uppboðssøluna, so ber til at bjóða umvegis fartelefonina.

Fyri nærri kunning um hetta vinarliga ring 282060 ella 222024.

Við vón um at nógv møta til tiltakið.

Skotkapping

Umframt listauppboðssøluna hevur TB aftur skipað fyri einari skotkapping. Hendan verður fyriskipað á parkeringsøkinum hjá N.J.M. og verður tað klokkan 17:00. Hetta er eitt innleiðandi umfar og seinni verður so sjálv finalan. Í innleiðandi umfarinum kann ein keypa sær 3 bóltar fyri 50 krónur.

Rakar ein eitt av holunum, ið eru uppsett sleppur ein í finaluna, ið verður seinni um kvøldið.

Vinningurin er ein Apple iPad.

Tvøroyrar Bóltfelag