TB Bingo aftur 3. mai

Sunnudagin 3. mai kl. 16:00 verður TB Bingo á triðja sinni, tá stroymt verður aftur á YouTube-rásini hjá felagnum. Higartil hevur undirtøkan verið góð og fólk kring landið hava luttikið.

Hesa ferð verða aftur spæld 5 spøl; eitt rað, tvey røð og fulla plátu til hvørt spælið. Spælt um gávukort frá Bónus og ein høvuðsvinning.

Høvuðsvinningurin er latin av Richard B. Thomsen & Søn Timburhandil á Tvøroyri. Talan er um eina Supreme Cadac gassgrill virði á kr. 4.500.

Sum seinast ber til at keypa plátur bæði í handlum umframt talgilt.

Les annars meira um TB Bingo og ofta settir spurningar her.

Scroll to Top