TB dagur í Z-Sport

TB dagur verður í Z-Sport leygardagin 21. Mars, opið er frá 10:00-17:00.

Hendan dagin fáa børnini/ungdómurin í felagnum, høvið til, at bíleggja sær snotuliga venjingarbúnan, júst sum Effo leikarirnir hava fingið í ár umframt ta klassisku svørtu TB draktina.

Prísur fyri settið, í fimm deilum, er 1000 kr (spar 365 kr.) í barnastøddum og 1100 kr (spar 375 kr) í vaksnamannastøddum. Íroknað er TB búmerkið.

Tað er tó ikki neyðugt at keypa allar 5 deilir.

TB draktin kostar 550 kr til børn og 650 kr til vaksin, íroknað TB búmerkið og búmerkið hjá Varðanum Pelagic, ið er høvuðsstuðul hjá felagnum í 2015.

Øll, sum bíleggja fyri min. 450 kr leygardagin, fáa ein venjingarbólt ókeypis.

Á myndunum, kunna tit síggja nakrar av okkara Effo hetjum, í snotuliga venjingarbúnanum

Búnin umfatar t-shirt, shorts, troyggju, buksur og hosur.

Scroll to Top