Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB er við at reisa seg aftur

| On 11, Aug 2012

Føroyameistararnir fingu ongantíð veruligt tamarhald á dystinum, tí tað vildu TB ikki loyva teimum. Spælfordeilingin var tó havnamonnum til fyrimuns, men mál fingu teir tó ongi (Mynd: Portal.fo)

Eftir tveir syndarligir innsatsir móti KÍ við Stórá, og móti HB í Gundadali, er tað nógv, ið bendir á, at TB er um at finna stevið aftur í Effodeildini. Sunnudagin taptu vit sera tepurt í Gøtu, men tó var liðið sera væl skipað, og varð spælt eftir fair play reglum, so endaði tann dysturin við javnleiki. Í dag blivu vit meira vandamiklir, tá vit lupu á, og kanska skelkaði hetta gestirnir. Hvussu er og ikki, so megnaði TB at halda føroyameistarunum næstan heilt burtur frá møguleikum. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Hetta fær leikararnir at trúgva uppá, at teir aftur kunnu megna at hála tey óvæntaðu úrslitini heim, og tá gerast vit øðiliga farligir. Watch out, TB er á veg!!!

Linligur dystur
Dagsins dystur, var ikki serliga hendingaríkur. Nógv mesta spælið fyrigekk á miðjum vølli, har gestirnir royndu at spæla seg framvið stinnu verjuni hjá okkum. Hetta eydnaðist ikki, og TB tóktist nøgdir við, at lata B36 trilla bólt. Komu teir nærhendis brotsteiginum, so bleiv so trongligt, at onki slapp gjøgnum. Bert við deyðbóltstøðum, fingu gestirnir møguleikar, og eftir eina slíka, mundu teir fingið mál, miðskeiðis í øðrum hálvleiki. Stútarin mótvegis handara málhorni bleiv tó akkurát ov stuttur, og tá lætnaði hjá TB.  Størsta møguleikan undan hesum, átti TB, tá Ragnar Tausen slapp til baklinjuna, og í staðin fyri at leggja innfyri, sum allir hildu, gjørdi eina kvika fintu, og smekkaði síðani til. Var tað ikki fyri árvakna Meinhard í málinum, so legði TB seg á odda. Tá gott 10 minuttir írestaðu, royndi TB at leggja eitt ávíst trýst á, og var hepnið eitt sindur størri við Martini Tausen, so kundi eisini hann skorað fyri TB. So skuldi ikki verða, og B36 slapp tí við skrekkinum.

Undarligur dómur myndaði, og avgjørdi ein dyst
Tá TB var á vitjan í Gøtu sunnudagin, tá hugsaðu vit okkum, at mótstøðan fór at verða hørð. Tað, sum vit ikki væntaðu var, at vit skuldu kappast móti eina hjálpardómaranum, umframt teir 11 Víkingaleikarunum.

Tá 72 minuttir vóru leiktir, verður okkara Rógvi Joensen knústur niður, av einari glíðandi takling aftanífrá. Víkingaleikarin fær síðani bóltin, og spælið heldur fram. 15-20 sekund seinni skora Víkingar sítt sigursmál. Hendingin hendi beint fyri skonini á 1. hjálpardómara hendan dagin, og tað hevði verið serstakliga áhugavert at hoyrt eina frágreiðing um tilburðin frá hesum manni. Hann skal duga serstakliga væl at greiða frá, so vit sissast aftur, og ikki halda, at hann stjól okkum javnleikin.

Hetta er ikki fyrsta ferðin ein fúlur feilur er gjørdur, og verður neyvan seinastu ferð heldur. Men hvat er galið við, at man frá dómarans síðu kemur út og viðgongur ein feil. Vænti, at tað hevði tikið broddin av mangari irritatión, og kundi skapt eitt størri álit millum okkum fjepparar, og dómararnir.

Eri sera harmur um hesa einu støðu, sum øsir fólk upp, og her standa vit eftir, við ongari frágreiðing ella umbering…Er tað RÆTT??? NEI vist er tað ei !!!