Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB Flogbóltur í steypafinaluni

TB Flogbóltur í steypafinaluni

| 21/02/17

Tvørafólk og serliga okur við kærleika fyri svørthvítu búnunum hjá Tvøroyrar Bóltfelag eiga leygardagin at visa okkara stuðul til kvinnu-flogbóltsliðið í svørthvítum. Tær skulu nevniliga leika steypafinaluna leygardagin 25. februar. Dysturin verður leiktur í ítróttarhøllini á Hálsi klokkan 13:00.

Við tað, at dysturin verður leiktur klokkan 13:00 er tað eitt upplagt høvið at stuðla liðnum – Smyril siglur norður fyrrapartin klokkan 9:30 og suður aftur klokkan 16:00.

TB Flogbóltur boðar frá, at umleið klokkan 12:00 verður ábit og okkurt drekkandi.