Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB ger stuðulsavtalur

| 02/03/12

Frá vinstru : Jón Danielsen (Articon) og Gudmund Mortensen (NJM), saman við TB leikarum. (Mynd: Bjarni Nygaard)

Í gjárkvøldið gjørdi formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag avtalu við tveir høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012. Talan er um stóru og kendu byggifyritøkuna, Articon, og lokalu søguligu handilsfyritøkuna, N.J. Mortensen. Hesar fyritøkur hava á fundi váttað at gerast høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012, og koma búmerki teirra sostatt at príða eyðkenda svart-hvíta TB búnan, sum hvørt mansbarn kennir. Júst tað, at felagið hevur so ríka søgu, gevur tí eitt stórt lýsingarvirði, og at tað aftur er á ovastu rók, í Effodeildini ger ikki støðuna verri.

Formaður Tvøroyrar Bóltfelags, Andre Dalfoss fegnast stórliga yvir, at tvær so stórar fyritøkur vilja verða høvuðsstuðlar hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti. Hann metir, at hetta stig ber brá av, at felagið hevur gjørt eitt gott arbeiði, og er á rættari kós.

Undirritaði spyr síðani at enda, at nú høvuðsstuðlar eru komnir undir land, um tað so eisini verður arbeitt við øðrum stuðlum. Til tað svarar formaðurin, at tað eru tað sjálvandi.

-Vit eru komnir væl ávegis við tí arbeiðinum, og eru í gongd við at fáa teir síðstu uppá pláss, sigur Andre, og leggur afturat, at teir frá mánadegnum, loypandi koma at kunngerða á heimasíðu felagsins, hvørjir hesir stuðlar eru.