TB kláraði tað aftur við Margáir

Í verjuni var Óli Johannesen sera stinnur, og saman við Dmitrije Jankovic, helt hann sundalagsmonnum burtur av vandaleið (Mynd: Birita Hansen - NSÍ)

Tveir minuttir inni í yvirtíðini tryggjaði Bojan Timic okkum 1-1 javnleik móti EB/Streymi í dag. Tað tóktist, sum um at søgan endurtók seg frá síðsta leikumfari í 1. Deild í fjør. Tá tryggjaði Bojan okkum uppflytingina til Effodeildina, við at skora við brotsparki í yvirtíðini. Tá 90 minuttir vóru spældir við Margáir í dag, var støðan 1-0 til EB/Streym. Okkara mundu sostatt royna at jakstra útjavnandi málið í yvirtíðini. Við 10 móti 11, hepni, dugnasemi og øgiligum vilja megnaðu okkara at trýsta seg fram eftir vøllinum, og mín sann, um ikki vit fingu bortspark í yvirtíðini. Aftur varð Bojan settur at skjóta, og sum hann er vanur við, hamraði hann bóltin í netið, og so hevði TB vunnið sær sítt fyrsta mál og stig í Effodeildini.

Løgdu hvøkk á sundalagsmenn
TB liðið var mett at fáa tað sera trupult við Margáir í dag. Gamaní vunnu okkara ein 11-0 stórsigur í 1. Deild í fjør, men í hesum umfari varð dystast móti besta EB/Streyma liðnum, og tí kundi man vænta ein ávísan mun. Hóast TB liðið í nøkur ár hevur verið uttanfyri bestu deildina, so tykjast okkara garpar at trívast væl við hækkaða støðið í mun til í fjør. Eisini teir mongu ungu leikararnar hjá okkum tykjast at trívast við trýstinum, og tað er sera positivt. Sundalagsmenn høvdu uttan iva ætlað at fingið trýst TB liðið langt aftur á vøllin, heilt tíðliga í dystinum, men tað vildi TB leikararnar ikki finna seg í, og bitu frá sær beinanvegin. Hvørt tað var av skelkinum av, at TB stóðu so stynnir, og vóru somikið vandamiklir í mótálopunum, ella um tað bara ikki koyrur so væl hjá heimaliðnum, skal undirritaði lata vera ósagt. Hvussu er og ikki, so megnaði EB/Streymur ikki at bróta seg gjøgnum stinnu TB verjuna, væl skipaða av afturvendu verjukempuni, Óla Johannesen. Heldur var tað hinvegin TB, sum hevði munin í stórum pørtum av dystinum. Ongi mál komu fyrstu 45 minuttirnar, hóast bæði lið brendu møguleikar, ið annars kundu givið mál.

Brendu fleiri stórar møguleikar
Frá byrjan av øðrum hálvleiki løgdu gestirnar fyri, við at trýsta heimaliðið høgt uppi, og linkaðu harvið um trýstið mótsattan veg. Var hepnið við okkara, kundu vit eisini havt skorað beinanvegin í hálvleikinum. So skuldi ikki vera, og sum hálvleikurin leið, komu heimamenn meira inn í dystin. Tá 70 minuttir vóru spældir, fekk Tórur Mortensen hjá TB sítt seinna gula kort frá dómaranum, Alex Troleis, og frá teirru løtu trektu okkara seg longur aftur á vøllin. Nú fingu sundalagsmenn størri pláss at spæla á, og gagnýttu tað eisini, til at leggja stórt trýst á TB. Teir fingu beinanvegin spælt seg til nakrar hálvar møguleikar, men heilt inn um tøttu TB verjuna sluppu teir ikki. Har var kleppurin, og liðskiparin, Óli Johannesen fyri, og við góðari hjálp frá líka krútsterka Dmitrije Jankovic, gjørdu teir lívið trupult fyri Arnbjørn Hansen og hinar í álopinum.

Deyðbóltur mátti til
Tað bar ikki til at berja sterku TB verjuna niður, og tí mátti ein deyðbóltstøða til, áðrenn EB/Streymur fekk mál. Tað írestaðu nýggju minuttir, og heimaliðið fekk hornaspark. Sterki verjuleikarin, Egil á Bø kom fram við, og tá bólturin onkursvegna endaði beint frammanfyri honum, tók hann av, og legði EB/Streym á vinnarakós.

Bojan Timic var tryggur frá blettinum, og javnaði í yvirtíðini. TB hava nú bæði skorað sítt fyrsta mál, og fingið sítt fyrsta stig.

Bojan var aftur á blettinum
Tey sum nú hildu, at TB fór at leggja seg, og at missa mótið, kenna ikki til lyndið í TB leikarunum. Tað bleiv lagt eyka orka í allar nærdystir, og hóast menn vóru troyttir, av at spæla 20 minuttir við einum færri, bardu okkara seg fram til fleiri stórar møguleikar, og í yvirtíðini fingu vit tillutað brotspark. Tað var, sum um søgan endurtók seg. Eins og í fjør, fingu vit brotspark við Margáir, og sjálvandi mátti tað blíva Bojan, sum skuldi skjóta. Bojan gjørdi eisini sum vant, og trygt hamraði hann bóltin í netið. Nú var so lítil tíð eftir at spæla, og meira hendi ikki í einum tøttum og spennandi Effodeildardysti við Margáir.
Sundalagsmenn eru kanska ikki so fegnir um úrslitið, sum teirra mótstøðumenn eru, men tá teir umhugsa støðuna, og hava í huga allar møguleikarnar hjá geestunum, so kanska tað ikki følist so svárt.
Hjá okkara var tað talan um eitt megnar úrslit. Vit halta enn við at avgera okkara møguleikar, men nú loksins hol er komin á, fara vit til verka við góðum treysti framyvir.
Næsti dystur verður longu mánadagin, tá fyrsta umfar av kappingini um Løgmansteypið verður spælt. TB hevur heimavøll tann dagin, og tað verða HB sum koma suður á vitjan. Dysturin verður spældur í Vági, og byrjar kl. 16

HAGTØL:
Effodeildin – 3. umfar

B36-ÍF 1-1 (0-0)
1-0: Dánjal Rói Olsen (64.)
1-1: Jan Ó. Ellingsgaard (92.)

NSÍ-FC Suðuroy 0-0 (0-0)

KÍ-HB 1-1 (1-1)
1-0: Kristoffur Jakobsen (23.)
1-1: Christian R. Mouritsen (32.)

Víkingur-B68 2-0 (1-0)
1-0: Evrard Ble (02.)
2-0: Kaj Leo í Bartalstovu (75.)

EB/Streymur-TB 1-1 (0-0)
1-0: Egil á Bø (81.)
1-1: Bojan Timic (92.) (br.)

Scroll to Top