Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB legði sínar ætlanir fram í kvøld

| On 03, Feb 2012

Á kunnandi fundi á Seglloftinum í kvøld, legði Tvøroyrar Bóltfelag sínar ætlanir fyri árið fram. Fjøldin var toluliga stór, og áhoyrararnar hoyrdu fyrst formannin, Andra Dalfoss taka orðið, áðrenn venjarin, hjálparvenjarin og forkvinnan í ungdómsdeildini fingu orðið. Eisini varð kunnað eitt sindur um vallarverkætlanina, sum umboð fyri Suðuroyar Ítróttardepil tóku sær av. Felags fyri røðararnar var, at teir greiddu frá um fyritaksemi sítt í næstum, og sigast má, at tað verður sera spennandi hjá TB viðhaldsfólki, tvørafólki og suðuroyingum sum heild í ár.

Formaðurin er vónríkur
Andre Dalfoss, formaður í Tvøroyrar Bóltfelag legði fyri í kvøld, við at greiða frá týdninginum av, at felagið aftur var rokkið upp á ovastu fótbóltsrók í landinum. Hann greiddi eitt sindur frá herdu krøvunum, ein uppflyting hevur við sær, og um hvussu teir ætla at takla hesi. Eisini treiv Andre í, hvønn týdning tað hevur, at øll standa saman um felagið, nú stórar avbjóðingar standa fyri framman, og at vit øll verja og fjálga um felagið, vit eru so góð við. At enda, fekk venjarin frá í fjør, Jón Johannesen eina stóra tøkk fyri avrik sítt, áðrenn Milani Kuljic, nýggi høvuðsvenjarin varð boðin vælkomnum til felagið, og upp á pallin at siga nøkur orð.

Málið kann røkkast
Milan Kuljic verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá TB í ár, og nú hann hevur fingið arbeitt eitt sindur við hópinum, metir hann seg verða sannførdan um, at teir fara at røkka málinum í ár. Hann tosaði um sínar royndir í ymiskum øðrum feløgum, og at hann føldi seg sannførdan um, at teir við teimum sterku og royndu leikarum, saman við teimum ungu og sera spennandi talentunum, fóru at klára at halda felagnum uppi í bestu deildini í minimum tvey ár. Hann duldi tó ikki fyri, at tað skuldi arbeiðast hart og miðvíst, og at tað ikki fór at gerast lætt. Fyri at taka samanum, fortaldi hann um nakrir av venjingardystunum í næstum, og at teir longu um vikuskiftið byrja í Vági móti FC Suðuroy. Sum heild metti hann, at fyrireikingarnar gingu væl, og at teir eru svangir og spentir eftir at koma í gongd.

Hjálparvenjarin var ikki í iva
Tá Tvøroyrar Bóltfelag herfyri kunngjørdi, at hjálparvenjarin hjá felagnum í ár fór at verða Hans Fróði Hansen, vakti tað miklan ans í fjølmiðlunum, og í kvøld greiddi hann frá, hví hann júst valdi at koma til TB. Tað var av arbeiðsávum, at hann valdi at gevast við fótbólti í 2006, men hann mátti ásanna, at tað enn sat í honum, og at tað var trupult at halda seg heilt burtur. Annað felag í oynni vísti eisini áhuga fyri málrættaða leirvíkinginum, men tá hann fekk frænir av, at gamli verjumakkari hansara, frá landsliðnum, Óli Johannesen aftur vandi í TB, so hvarv allur ivi, og ein dreingjadreymslíknandi kensla kveiktist í honum. Nú fær hann møguleikan, fyri aftur at spæla undir liðini á Óla, sum hann metur vera ein av mætastu verjuleikarunum, sum Føroyar nakrantíð hava fostrað. Hóast steðg frá fótbólti, segði hann seg vera væl fyri, og vónaði at hann fór at megna at yvirtala høvuðsvenjaran, um at lata gamla makkaraskap sítt endurnýggja, við fantastiska Óla Johannesen.
Hans Fróði endaði síðani við at tosa um týdningin av samleikanum og stoltleikanum í felagnum, og at tann rætti arbeiðshugburðurin fer at bera teir á mál. Nú er tað vaksnamannafótbóltur, og tað er nú at tað er tíð at reisa seg og taka ábyrgd, segði bersøgni leirvíkingurin. Hann metti eisini at tað var av størsta týdningi, at fólkið stóð aftanfyri teir, og stuðlaðu av góðum huga.

Skynsam ungdómsmenning er á dagskránni
Ungdómsdeildin hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at menna ungdómin, og at tryggja so góðar karmar um børnini, sum til ber. Í ár fara vit at arbeiða víðari eftir hesum leisti, visti nýggja forkvinnan í ungdómsdeildini, Charlotta Nielsen at siga, og so kundi hon upplýsa, at íløgur í venjaraútbúgvingar, amboð til venjingar og árliga fótbóltskúlan fóru at verða gjørdar. Hon tosaði um góða samstarvið við Royn, og at tað eisini helt fram í ár. Ávísar broytingar verða tó í bygnaðinum, men hon tryggjar, at felagið erbeiðir skynssamt við at menningin av hvørjum einstøkum leikara verður í hæddini. Leisturin er lagdur av FSF í bóklinginum Fótbóltur Framá, og hesum leisti ætla vit at fylgja, segði forkvinnan í ungdómsdeildini, Charlotta Nielsen.

Kunning um vøllin
Tvey umboð fyri Suðuroyar Ítróttardepil vóru møtt til fundin á Seglloftinum í kvøld, men teir høvdu givið boð fyrr í vikuni, um at teir ikki høvdu so nógv at leggja afturat tí, sum longu var kunngjørt fyri almenninginum. Teir søgdu seg hava vónað, at umboð fyri West Tech, ið taka sær av at byggja vøllin, skuldu koma suður, men hetta blivu tað tíverri ikki stundir til. Tá tað so er sagt, so royndu Oddur Dimon og Páll Nolsøe, eftir førimuni at greiða áhoyrarunum frá gongdini, og allir spurningar vórðu svaraðir nøktandi. Myndir av verkætlanini vórðu vístar á uppvørpu, og áhoyrarin fekk ein feril av, hvussu gekk við arbeiðinum, og nær teir vænta at verða lidnir við ymisku byggistigini.
Oddur visti at siga, at teir væntaðu, at graslíkisteppið fór at verða klárt at leggja á umleið 20. mars. Harafturat metti hann at nýggja felagshúsið væntandi fór at verða klárt at taka í nýtslu einaferð í mai. Felagshús og sitipláss, undir taki, til á leið 300 áskoðarar koma at liggja á syðru síðu við vøllin.

Sterkir saman standi
Tann síðsti, ið tók orðið í kvøld var formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag, Andre Dalfoss, sum heitti á fólk, um at gerast limir í felagnum, og soleiðis veita eina kærkomna og hjálpandi hond til aldursforsetan. Hann var serstakliga fegin fyri allan veittan stuðul, bæði frá einstaklingum, men sannuliga eisini frá lokalu fyritøkunum. Hann kundi tó væl hugsað sær, at fleiri hvílandi limir vóru í felagnum. At enda bað hann fólk, sum høvdu góð hugskot viðvíkjandi møguligum aktivitetum ella um tey hava eitthvørt konstruktivt í kvittani, um at senda felagnum ein mail á tb@tb.fo. Tað ræður um at finna uppá fjølbroyttir aktivitetir, sum veita felagnum nøkur oyru eyka. Tað skal nógv til, og einans við at standa saman, megna vit tað. Við hesum orðum endaði formaðurin fundin, takkaði fyri kvøldið, og ynskti TB og tess stuðlum eitt gott ár.