TB longir við tveir leikarir

Fyrireikingarnar eru væl í gongd, til at tryggja okkum ein sterkan og kappingarføran hóp til komandi kappingarár. Spennandi verður eisini at síggja allir teir ungu leikararnir, sum vera eitt ár eldri og enn grammari eftir byrjunarplássi. Framtíðin er av sonnum, sera spennandi hjá Tvøroyrar Bóltfelag (Mynd)

Flaggskipið hjá Tvøroyrar Bóltfelag, Effodeildarliðið hevur nakrar spennandi og avgerandi dystir fyri framman, nú tað bert íresta tríggir dystir av kappingarárinum. TB liggja í løtuni toluliga væl fyri, hvat møguleikanum til, at yvirliva í deildini viðvíkur, og spenningurin er tí stórur, um tað skal eydnast røsku beiggjunum, at røkka málinum, sum var yvirliving, fyrst og fremst. Hóast inniverandi kappingarár ikki er leikt liðugt, eru fyrireikingarnar til komandi kappingarár longu væl ávegis, og í kvøld kann Tvøroyrar Bóltfelag boða frá, at sáttmálarnir við tveir sera týdningarmiklar leikarar eru longdir, so hesir eisini spæla á besta liðnum í komandi ár.

35 ára gamli Ivan Stojkovic hevur í ár veruliga víst, hvussu týdningarmikil hann er fyri liðið, og tí var tað ongin sum helst ivi um, at nevndin fór at gera alt í teirra makt, fyri at fáa longt sáttmálan við stinna serbiska málverjan (Mynd: Nordlýsið)

Leikararnir talan er um, eru 35 ára gamli serbiski málverjin, Ivan Stojkovic, og seinni leikarin er 19 ára gamli froðbingurin, Rógvi Joensen.
Ivan hevur verið TB ein tryggur skansi í mangari støðu seinastu árini. Hann hevur eisini verið serliga stinnur í ár, og hevur verið rættuliga støðugur í sínum avrikum. Hin leikarin er ongin minni enn ungi og evnaríki Rógvi Joensen, sum hevur havt eitt gott kappingarár. Hóast sín unga aldur, hevur hann ikki lagt fingrarnir millum, tá nærdystir hava verið fyri, og kanska er tað ein av frágreiðingunum fyri, at hann nakrar dystir hevur verið noyddur at sitið uttanfyri. Antin vegna skaða, ella vegna leikbann. Tað skal tó slettis onki takast frá Rógva,  tí hann er heilt avgjørt, ein av evnaríkastu unglingunum í landinum, og tað gleðir okkum í TB almikið, at ungi miðvallarin hevur valt at longja við barndómsfelagið, fortaldi Kim Roest, formaður í Fótbóltsdeildini hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

Einans 19 ára gamli Rógvi Joensen hevur, hóast sín unga aldur, longu vunnið sær pláss millum teir bestu, og hann smæðist ikki burtur, millum allar teir kendu leikararnir, sum hava nógv fleiri royndir enn ungi froðbingurin. Rógvi er av røttum stoffi, og hansara góðu fótbóltsevnir, umframt hansara sterka fightaravilja, gleðast vit almikið um, at hava tryggjað felagnum aftur í komandi ár. Rógvi hevur hjartað á røttum stað, sigur ein glaður formaður í Fótbóltsdeildini, Kim Roest (Mynd: Astrid Vestergaard)

Tá vit spurdu starvsnevndina hjá Tvøroyrar Bóltfelag, um fleiri leikarir kundu væntast at longja í næstum, var svarið, at tað verður arbeitt miðvíst við, at tryggja fleiri undirskriftir, og at vónirnar vóru góðar. Meira vildu teir tó ikki siga okkum á hesum sinni.

Týdningarmiklir dystir fyri framman
Tað íresta einans tríggir dystir av kappingarárinum, og spenningurin er tískil, sum verða man, øðiligur. Sunnudagin er tann fyrsti av hesum dystum, og tá vitjar TB við Løkin í Runavík, har NSÍ taka móti okkum. NSÍ hava longu tryggjað sær plássið í deildini, og tí má dysturin metast til at vera sera opin. Úrslitið kann fara báðar vegir, og tað ger tað ikki minni spennandi fyri okkum ídnu fjepparar, sum skjótt ikki hava negl eftir at bíta.
Skuldi tað eydnast okkum, at fingið eitt gott úrslit við Løkin, samstundis sum B68 tapur á Svangaskarði móti FM kandidatunum úr Fuglafirði, so verða heili fýra stig millum TB og B68, og tá fer aav álvara at síggja ljóst út, fyri at aldursforsetin heldur fast um sítt Effodeildarpláss. MEN tað skal ansast eftir, og als onki skal takast fyri givið. Tað skal kempast til síðsta blóðsdropa, fyri at tryggja TB plássið, og tá man hyggur eftir formkurvuni, so eru tað greið tekin um, at TB hevur yvirtakið. Men arbeiðið skal gerast liðugt, og tað er nú tað veruliga er galdandi.
Vit fjepparir fylgja tykkum allan vegin, og trúgva 120% uppá, at tað fer at eydnast. Trúgv kann flyta fjøll stendur skrivað onkrastaðni. Tað er kanska ikki heilt rætt, men trúgvin á egnan mátt og megi, hon kann vinna einum mangar sigrar. So vælsignaði beiggjar, trúgvi á sigurin, og bjargið okkum sessin í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

Scroll to Top