Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB beit frá sær við Margáir

| 20/08/12

TB liðið kempaði, sum úlvur á skóg í dag, og blivu akkurát ov stuttir. Tvær ferðir løgdu vit okkum á odda, men tað rakk tó ikki til stig í dag (Mynd: Astrid Vestergaard)

At TB er eitt lið, ið liggur á eina niðurflytingarplássinum, sást á ongan hátt í dag. Allir sum ein, kempaðu tvøramenn, sum villmenn, og løgdu, í stórum pørtum av dystinum, eitt stórt trýst á EB/Streym. Gestirnir av Tvøroyri løgdu seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men tíverri var mótstøðan akkurát ov sterk, og heimaliðið dróg longra stráðið móti endanum av dystinum. Hóast hetta, góvu TB leikararnir aldrin upp, og var hepnið við okkum í dag, so fingu vit javnleikin suður við. Soleiðis bleiv tíverri ikki, og EB/Streymur er tí enn ein greiður favorittur til FM heitið.

Margáir kókaði
Rópan og geylan, trummur og góðar rútmur hoyrdust um alla Sunda Kommunu sunnudagin, tá TB og teirra sera mælska fjepparafelag vóru á vitjan við Margáir. Longu áðrenn dystin høvdu svart-hvítt klæddir Einherjar hertikið Margáir, og takið bleiv ikki slept, fyrr enn eftir dystarlok. Við trummum, rópum, skemtan og góðari fjeppan, settu Einherjar dagskránna frá byrjan, og tað var, sum um leikararnir góvu seg enn meira í nærdystum. Teir lupu nevnuliga á, sum svakir menn, og útfordraðu heimaliðið langt frammi á vøllinum. Ongantíð blivu teir vandamiklir, meðan okkara fingu nakrar ØÐILIGAR møguleikar. Tá so TB legði seg á odda, við frálíkum frísparksmáli frá Bojan Timic, tíggju minuttir fyri hálvleik, kókaði tað á áskoðaraplássunum. Intensiteturin bleiv øðiligur, og larmurin frá Einherjum bleiv bara størri og størri.

Arnbjørn og Hans Pauli gjørdu mun
Á bonkinum høvdu sundalagsmenn tveir vandamiklar harrar, og tá heimaliðið var við undirlutan, tá bríkslað bleiv fyri hálvleiki, blivu teir settir at hita upp. Tann fyrri av hesum, sum slapp inn, var Arnbjørn Hansen, og bara minuttin eftir at hann kom inn, javnaði Leif Niclasen. Sjálvt um Arnbjørn ikki hevði nakran fót við í uppspælinum, so dróg hann fokus á seg, við at renna rætt, og so kundi Leif, ótarnaður, seta innleggið frá Levi Hansen í netið, til 1-1.
Tey, sum nú hildu, at TB fór at bakka, og bara verja, fóru so púra skeiv. TB legði bert enn meira fyri, og bert fimm minuttir seinni, var TB aftur á odda. Seinni málskjúttin hjá TB bleiv Dmitrije Jankovic, sum sjálvur longdi eitt langt innkast frá Gilla Sørensen. Við aftaru stong, stóð Ragnar Tausen púra leysur, og við einum frálíkum skoti, fekk hann ørkymla málverjan somikið, at Dmitrije lættliga kundi prika leysa bóltin í mál. Høvdu Einherjar larmað nógv áðrenn, so bleiv garr vilt aftaná seinna leiðslumálið.
11 minuttir eftir seinna TB málið, slapp Hans Pauli Samuelsen á vøllin, og bert fimm minuttir seinni, hevði hann lagt upp til seinna útjavnandi málið hjá vertunum. Málskjúttin bleiv hin innskifti leikarin, Arnbjørn Hansen.
Restin av dystinum royndu bæði liðini seg, men tá TB blivu noyddir til at fremja sína seinastu útskifting, bleiv munurin størri, og nærum hvørt álop hjá vertunum bleiv til ein stóran møguleika. Hendan støðan helt fram, men ikki fyrr enn fýra minuttir áðrenn dystarlok, eydnaðist heimaliðnum at skora aftur. Hesaferð var tað Hans Pauli, sum við einum framúr vøkrum fluktara, høgdi bóltin í síðunetið, til endaligu støðuna 3-2 til EB/Streym. Aftur nú, hildu tey flestu, at TB høvdu givið skarvin yvir, men NEI, tvøramenn gevast aldrin, og beint undan dystarloki, var tað um reppið, at innskifti Poul Ingason javnaði. Eftir eina framúr temjing, bleiv hann tó akkurát ov seinur at skjóta, og sostatt náddi ein frelsandi tá, at sníkja seg fyri, og bjarga sundalagsmonnum ein kærkomnan sigur í oddastríðnum.
Niðurstøðan frá dystinum er tískil tann, at TB var omaná, inntil Arnbjørn og Hans Pauli komu inn, tí við so góðum offensivum kreftum, áttu EB/Streymur munin.

Spenningurin økist í botnstríðnum
Nú sjey umfør íresta av Effodeildini, eru TB á 19 stigum, eitt minni enn B68, og fimm minni enn NSÍ. TB hevur tó dystir eftir, móti báðum hesum, umframt ein móti grannunum fyri sunnan, FC Suðuroy. Hesin seinasti verður spældur í næsta umfari, og verður hann spældur 29. august í Vági.
Um okkara kempa eins væl, og teir gjørdu í dag, so sær undirritaði onga orsøk til, hví TB ikki klárar at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuni, tá síðsta umfar er spælt. Hvussu er og ikki, so verða seinastu umførini sera spennandi at fylgja.

Góða eydnu dreingir, og drívið á !!!

Viðmerkingar

  1. Rúni