Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB nýggjan venjara

TB nýggjan venjara

| 26/10/19

Tvøroyrar Bóltfelag hevur í dag skrivað undir tvey ára venjarasáttmála við Michael L. Winter. Michael er av týskum uppruna og er 39 ára gamal. Hóast týska upprunan, so tosar Michael danskt.

Yrkisleiðin hjá Michael byrjaði sum venjari hjá 2. deildarliðnum hjá Randers FC í Danmark, í 2007 og hevur hann vant fleiri lið í Danmark. Seinast var hann venjari hjá danska fótbóltsfelagnum Brønshøj.

Michael hugdi eftir dystinum við Stórá í dag og hevur hann greiðar ætlanir um, hvat hann ætlar sær í komandi ár. Hann fegnast um, at Karl Øster hevur játtað at hjálpa sær og longu í komandi viku fær Karl eina venjingarætlan, ið hann ætlar at leikararnir kunnu halda seg til, inntil hann kemur aftur. Hann kemur aftur til Tvøroyrar beint áðrenn nýggjár og so verður farið í gongd beinanvegin í nýggja árinum.

TB bjóðar Michael hjartaliga vælkomnan til Tvøroyrar Bóltfelag og ynskir honum og leikarunum bestu eydnu.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing