Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB raKar formin :)

| 15/09/12

Captain Fantastic, Óli Johannesen var aftur á blettinum í Klaksvík, og sunnudagin vóna okur, at hann hevur savnað beiggjarnir, tá blást verður fyri álopi móti Víkingi (Mynd: Norðlýsið)

Stemningurin á TB liðnum er sera góður í løtuni, og tað tikist, sum at leikararnir aftur trúgva, at teir megna at røkka málinum. Trúgvin á, at tað letur seg gera, er sterk í løtuni, og menn kempa og berjast, sum galt tað um lív. Tað er av sonnum eisini júst tað, sum tað ger. Aldursforsetin er í beinleiðis yvirlivilsisstríði við B68, og um vikuskiftið hálaðu okkara seg upp um toftamenn, eftir at hesir hava ligið frammanfyri nakrar vikur. Bert fýra umfør íresta av kappingarárinum, og á seinasta leikdegi noyðast toftamenn á vitjan á Tvøroyri. Okkara garpar hava nú góðar fortreytir, og tað skal sveittast blóð, áðrenn nakar skal taka møguleikan frá okkum.

Fyrimyndarligur stríðsvilji
Ónsdagin bleiv 23. umfar av Effodeildini spælt, og tá var TB, fyri aðru ferð í ár, á vitjan í Klaksvík. Fyrsti dystur millum liðini bæði, í apríl mánaði, endaði við málleysum javnleiki. So trúgvin var avgjørt til staðar, at okkara aftur skuldu megna at fáa eitt gott úrslit, hóast KÍ hevur víst seg at vera eitt av sterkastu liðunum í ár.
Gestirnir av Tvøroyri byrjaðu eisini, sum eitt ódnarveður, og fyrstu minuttirnar kunnu klaksvíkingar bara takka málverja sínum fyri, at TB ikki løgdu seg á odda við fleiri málum. Fyrstu 15 minuttirnar løgdu gestirnir nevnuliga eitt óhugnaligt trýst á KÍ verjuna, sum ikki visti síni livandi ráð. Bert stórt hepni og framúr gott málmannspæl, hildu KÍ í dystinum, og tað var tí ein stórur lætti fyri heimaliðið, tá TB tók eitt sindur av ferðini úr spælinum, eftir smáar 20 minuttir. Eftir Hetta tók KÍ meira yvir, og TB dúvaði nú á skjótar umstillingar. Liðini skaptu hvør í sínum lagi, stórar málmøguleikar, og serliga lá væl fyri hjá TB, sum til tíðir spældi rættuliga skjótan og góðan fótbólt.
Sum nakað forkunnugt, hevði venjarin, Milan Kuljic valt at blaka sterka verjuleikaran, Dmitrije Jankovic fram í álopið frá dystarbyrjan, og sterki serbin vann ótal av nærdystum, og megnaði sera væl at finna Gilla Sørensen, Dan Mortensen og Ragnar Tausen við sendingum, ið skræddu verjuna hjá heimaliðnum sundur. Onkursvegna kom TB einans so tætt, sum at raka stongina. Tá so fýra minuttir íresta av fyrra hálvleiki, setur KÍ ferð á, og við kvikum og neyvum sendingum spæla teir bóltin út í høgra borð, har tað verður lagt væl inn fyri. Aftanfyri verjuleikararnir hjá TB hevði Kristoffur Jacobsen nevnuliga snýkt seg, og hann kundi tá ótarnaður skalla bóltin í netið. Hetta tóktist vera deyðastoytið, hildu kanska nøkur, men tað er øðiligt, sum hesi fóru skeiv. hesi høvdu nevnuliga ikki tikið hædd fyri hvønn karakter TB leikarir hava, og at aldargamla slagorðið hjá TB, “Okur vilja vinna”, er komið inn við móðurmjólkini.

Liðskiparin vísir vegin
Í seinna hálvleiki broyttist leikgongdin. TB legði beinanvegin eitt støðugt trýst á, og legði nógv fyri í fremsta partinum á vøllinum, fyri at náa útjavnandi málinum. KÍ tóktust hinvegin hava meira torført við at spæla millum ágrýtnu TB leikararnir, og blivu sostatt trýstir langt aftur á vøllin, haðani teir heldur royndu seg við kvikligum umstillingum. Hendan gongdin tóktist vera vandamikil fyri heimaliðið, og fleiri ferðir var heilt tætt við, at tvøramenn javnaðu. Millum annað raktu gestirnir tvørtræið í einari av fleiri naskum atsóknum.
Sum dysturin leið, fingu TB fleiri og fleiri, og størri og størri møguleikar, og 13 minuttir fyri dystarlok eydnaðist loksins at fáa hol á. Málskjúttin bleiv ongin annar enn liðskiparin, Óli Johannesen.
Óli setti fótin á eitt gott og hart hornaspark, frá Gilla Sørensen, og so kókaði skýlið við Djúpumýru. Einherjar, ið er fjepparafelagið hjá TB, var aftur møtt væl upp til dyst, og tað hoyrdist um dalar og fjøll, tá rópan, geylan, lógvabrestir og sangur settu sín serliga dám á dystin. Eftir málið kunnu tit ætla, at tað bleiv fjeppað enn harðari, og um tað var orsøkin ella ikki, skal undirritaði ikki duga at siga. Hvussu er og ikki, so Løgdust TB ikki aftur at verja eftir útjavnandi málið. Heldur hildu teir á fram við at leypa á, og nakrar ferðir var sera sera tætt við, at tvøramenn tóku sigurin við sær. Tað skal tó eisini sigast, at KÍ eisini fekk nakrar heilt stórar møguleikar beint fyri dystarlok. Fleiri mál komu tó ikki í Klaksvík, og TB leikararnir hálaðu seg sostatt upp um B68, sum óvæntað taptu móti FC Suðuroy í Vági.

Undir trýsti sær man rætta karakterin
Tá eitt lið verður hart pressað, tá sær man hvønn karakter leikararnir hava, og tá sær man teirra veruliga virði. Tí er tað so ómetaliga lívsjáttandi, at okra ungu garpar eru somikið sterkir og búnir, at teir longu nú eru klárir til at berjast í bestu deildini. Undirritaði er ikki eina einastu løtu í iva um, at liðið fer at klára at halda sær uppi í Effodeildini í ár. Umframt allir kempararnir á vøllinum, so er bonkurin á tremur við svongum og sera dugnaligum leikarum, sum vilja “renna gjøgnum píkatráð”, fyri felagið. Hesir sita allir klárir, og eru, nærum sum tá eldgos fara at goysa, tá teir sleppa á vøllin. Øll orkan skal brennast av, og tað eru tað ikki nógvir, sum klára at standa móti. Víkingur hevur eina tunga og seina verju, og staklarnir fáa seg sannuliga royndar, um TB fer at renna runt við teimum. Teir fáa ikki eitt bein til jørðina !!
í verjupartinum hevur TB eina regulera legendu. Eigarin av metinum, fyri flestar landsdystir fyri Føroyar, er okkara egni, Óli Johannesen. Óli hevur verið, sum eitt frískligt lot yvir TB hópin í ár. Leikarin, sum allir teir ungu hava sæð upp til gjøgnum árini er brádliga teirra liðfelagi, og ikki bara spælur hann við, nei hann gongur sannuliga undan, og hann leiðir og lærir ávegis. Ein slíkur leikari/leiðari er ómetaliga týdningarmikil, og nú hevur hann, mín sann, eisini funnið máltevið aftur. Hendan karakterin, sum Óli og aðrir hava, hann spjaðist millum teir ungu, og hesir hava lært heilt kolossalt nógv í ár.
Nú eru fýra umfør eftir, og við at skaffa okkum okkurt stigið afturat, áðrenn seinasta umfar, sum verður móti B68, kunnu okkara tryggja sær plássið í deildini. Um hetta fer at eydnast, kunnu vit onki vita um, men tað er nógv, ið tíður á, at tað fer at eydnast okkum.

Drívið á beiggjarnir