Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB skal leika vinardyst móti B36

| 02/03/12

TB fer í morgin norður um fjørð at leika enn ein venjingardyst, sum liður í fyrireikingini til komandi kappingarár. Dystast skal aftur í Gundadali og hesu ferð er mótstøðuliðið meistararnir frá síðsta kappingarár, B36. TB hevur sum tað nýggjasta fingið stuðulsavtalur í lag og nú verður spennandi at veruliga fylgja fyrireikingunum til hetta kappingarárið, sum verður byrja í apríl.

Seinast TB leikti vinardyst var við Løkin og mótstøðuliði var NSÍ, og sum flestum kunnugt, so vann TB hendan dystin við 2-1.

Spennandi verður tí at síggja, hvussu leikur fer móti tí sterkasta liðnum í Føroyum, í fjør ið hvussu so er. TB og B36 fara sum sagt at dystast í Gundadali í morgin og dysturin verður bríkslaður í gongd kl 13.00.