Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB stjólu ein javnleik suður við

| 11/06/12

Ivan bjargar størsta møguleikanum hjá ÍF í fyrsta hálvleiki, og eftir hetta skuldi næstan gandur til, fyri at sleppa framvið sterka serbanum hjá TB (Mynd Norðleif W. Holm)

Eftir at hava verið lagdir undir stórt trýst frá fuglfirðingum, megnaði TB, so dánt, at halda sær til hálvleiks. Var tað ikki fyri ein framúrskarandi vælspælandi Ivan Stojkovic í TB málinum, so kundi verið illa statt, longu tíðliga í dystinum. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá vertunum, og tá TB eisini fingu ein leikara vístan av vølli, sá mótbrekkan brøtt út hjá tvøramonnum. Men tú skal, eins og við týskinum, aldrin undirmeta TB. Tvøramenn umskipaðu seg, og blivu nógv vandameiri. Var eydnan størri, kundi stuldurin í Fløtugerði verið enn grovari. Hvussu er og ikki, so endaði við 1-1 javnleiki, og tað er eitt úrslit, ið tvøramenn ivaleyst eru glaðari yvir.

Kundu avgjørt tíðliga
Beinanvegin sást, hvussu leikgongdin helst fór at blíva í Effodeildardystinum á Fløtugerði, har ÍF tók móti TB. Fuglfirðingar løgdu fyri, sum óðir menn, og lupu á við fullari megi. TB tóktust vænta hendan stílin frá heimaliðnum, og lógu longri afturi á vøllinum, enn vanligt er. Hetta gav sjálvandi eina ørgrynnu av plássi til heimaliðið at spæla á, og tað gjørdu teir so sannuliga.
Beinanvegin fingu teir lagt eitt støðugt trýst á gestirnir, sum dúvaðu á skjót mótálop, og annars allar deyðbóltstøður, sum teir kundu skava seg fram til.
Eftir sjey minuttum, fingu fuglfirðingar ein gyltan møguleika at leggja seg á odda. Teir fingu tillutað brotspark, men ongin uttan dómarin, tóktust vita, hvat brot varð framt. Innlegg kom inn fyri, og verjukempan, Óli sá út til, enn einaferð, at hava bjargað TB í verjustøðu. Men brádliga floytaði Eiler Rasmussen, dómarin av Skála hevði sæð eitthvørt.
Karl Løkin varð settur at skjóta, men hann varð avvístur fyrimyndarliga, av Ivani Stojkovic, sum skuldi vísa seg at spæla ein framúr dyst. Hann bjargaði ferð eftir ferð, tá møguleikin hjá fuglfirðingum annars var størri at skora, enn at brenna. Ivan fekk yvirtakið á áloyparunum, og pilkaði eitt lag fyri, og annað eftir, av teirra skirvisliga sjálváliti. Hann stórbjargaði upp til fleiri ferðir, og serbiski múrurin tóktist ikki til at koma framvið. Ivan eigur, sera væl uppiborið, Man of the match heitið, fyri enn ein sera sterkan innsats.

Soares fekk ikki stórvegis burturúr við Stórá, men í Fløtugerði eydnaðist honum at skora (Mynd: Bjarni Nygaard)

Toppskjúttin slapp framat
Tá ÍF spældi við Stórá í apríl mánaði, var tað ikki nógv, ið týddi á, at langleggjaði brasiliumaðurin fór at skjóta seg upp á toppin yvir málskjúttar við bræði. Tað hevur hann tó megnað, og er hann avgjørt í stórformi. So tá ÍF loksins skuldi finna veg framvið stórspælandi Ivan, so mátti tað vera við Soares á odda. Eftir 62 minuttum, kombineraðu fuglfirðingar seg við kvikum tekniskum spæli, framvið verjuni, og í staðin fyri at skjóta, valdi ÍF leikarin at leggja bóltin á tvørs, har Soares lættliga kundi leggja heimaliðið á odda. Hetta til stóran fagnað og lættilsi fyri leikarar, venjara og fjepparar teirra. Loksins høvdu teir bart niður teir treisku gestirnir, og kundu leggja enn størri trýst á. Men meira enn tað eina málið fingu teir ikki. Tað forbjóðaði Ivan snøgt sagt, og stóð hann veruliga í heimsflokki.

Martin er ein hart taklandi og sera arbeiðsamur miðvallari, sum veruliga hevur givið pláss til teir meira framrættaðu miðvallarnir (Mynd: Bjarni Nygaard)

 

Fingu mann riknan av vølli
Høvdu TB eina mótbrekku áðrenn, so skuldi man trúð, at tað bleiv enn meira torført, tá teir eftir 82 minuttir fingu Martin Tausen vístan av vølli, fyri sítt seinna gula kort. Martin hevur verið okkum serstakliga góður á miðvøllinum í ár, og veruliga verið ein av høvuðsmonnunum, tá tað er komið til at verja plássið millum miðjuna og verjuna. Tað er ofta haðani, at vandamiklar støður stavast, og tí er innsatsurin hjá Martini verið okkum so týdningarmikil. Hann og Rógvi Joensen hava higartil spælt somikið væl, at Bárður Dimon hevur verið noyddur at seta seg á bonkin nakrar ferðir. Men nú fær Bárður so aftur møguleikan. Og spælur hann, sum vit vita at hann kann, so kann hann spæla seg inn á byrjunarplássið aftur. Aðrir ungir harrar standa eisini klárir, so tað eru gyltir møguleikar, nú Martin verður noyddur at sita uttanfyri við leikbanni. Hiðani skal einans staðfestast, at tað skal spælast sera væl, um Martin skal skumpast av plássinum, tá hann verður klárur aftur.

Igor hevur higartil skotið trý mál í hansara átta dystum, og nú mugu mótstøðuliðini til at ansa sera væl eftir málrevinum. Igor hevur funnið tevið, og nú er ikki at standa fyri (Mynd: Bjarni Nygaard)

Vendu mótgongd til styrki
Aloftast hevur ein útvísing við sær, at mótparturin fær yvirvág, men viðhvørt er mentala styrkin hjá liðnum, sum verður dømt móti, so stór, at mótgongdin bert sameinir leikararnar enn meira, og drívur teir framá. Um tað var talan um tílíka støðu í dag, fer undirritaði at gita sær til, tí mentala styrkin er stór á TB liðnum. Tað hava vit sæð fleiri dømir um higartil í Effodeildini. Tað ger ikki mun, hvør mótstøðan er, TB gevast ALDRIN.
Bert minuttin eftir at Martin varð rikin av vølli, fara TB í álop, og Igor Grkajac er eyrindarleysur, og hamrar bóltin í netið. Hansara triðja í kappingini, og so var TB komin ájavnt ÍF aftur, hóast teir vóru kroystir í botn, næstan allan dystin.
ÍF tóktist fullkomuliga skelkað av gongdini, og vóru okkara meira neyvir, so kundu teir eisini stolið øll stigini, tá teir fingu ein risa møguleika, beint undan leikloki. Fleiri mál komu tó ikki, og TB kann tí fegnast eitt sindur meira enn vertirnir.
Úrslitið hevur við sær, at TB hála seg enn eitt stig upp eftir stigatalvuni, og mugu sigast at hava fingið góðar fortreytir, undan tveimum teimum næstu dystunum, sum verða móti FC Suðuroy og NSÍ. Oyggjabrakið verður longu ónsdagin, og sunnudagin verður so dystur móti NSÍ. Hesir dystir eru báðir sera spennandi, og nú Igor eisini hevur funnið vegin fram til málmeskurnar, hava mótstøðuliðini tveir málsvangar serbar at dekka…Hesa uppgávuna unni eg ongum, so TB, tað er bara eitt at gera, og tað er at dríva á.

HAGTØL
Effodeildin – 11. umfar

NSÍ-KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Páll A. Klettskarð (16.)
0-2: Páll A. Klettskarð (49.)

HB-EB/Streymur 0-1 (0-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen (12.)

FC Suðuroy-Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Palli Augustinussen (01.)
1-1: Atli Gregersen (90.)

ÍF-TB 1-1 (0-0)
1-0: Clayton Soares (62.)
1-1: Igor Grkajac (83.)

B68-B36 1-1 (1-0)
1-0: Ndende Adama Guéye (11.)
1-1: Lukasz Cieslewicz (83.)