Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB-Studio streamar steypadystin

| On 07, Apr 2012

Møguleikar fara at koma, tað er onki at ivast í, og so ræður um at gagnýta teir. Vilja tit veruliga vinna, so gera tit tað eisini!!!

Annan páskadag spæla TB Løgmansteypadyst móti HB í Vági. Bæði liðini fingu fríkort í innleiðandi umfari, og spæla sostatt sín fyrsta dyst í kappingini mánadagin. Hvussu er og ikki, so verður tað stuttligt, aftur at síggja bestu liðini hjá TB og HB dystast aftur, og fyri at merkja dagin við onkrum serligum, so hava TB-Studio ætlanir um, at fara til Vágs at siga lurtarum frá dystinum. Mong eru, ið ikki sleppa at síggja hendan dyst, og nú fáa hesi møguleikan gjøgnum TB heimasíðuna. Dysturin byrjar kl. 16, so tuni inn og lurtið.

HB er favorittur
Í Effodeildini hevur HB fingið eina rættuliga góða byrjan, og hóast teir bert fingu javnleik seinast, so er tað talan um eitt sterkt lið. Teir hava megnað at vent keðiligu gongdini frá síðsta kappingarári, til í ár at klára seg væl betur. Enn er kappingarárið tó sera ungt, og nógvar súðir eru enn eftir at syfta.
Fyri TB er tað hinvegin talan um ein nýggjan kapittul, har eitt nýtt ættarlið roynir at seta síni merki á føroyska fótbóltskortið. Væl stuðlaðir av royndum leikarum, hava okkara ungu og ágrýtnu leikarar tikið hini liðini á bóli, við ikki at lata seg kúga, men heldur spæla sítt ágrýtna og framrættaða spæl. Hevði hepnið verið við okkara monnum, kundu fleiri stig verið komin á kontuna.
Gestirnar mugu sostatt metast at vera favorittar til dystin mánadagin, men tað er ikki nakað sum nervar okkara garpar. Vit kenna okkara pláss, og vit kenna okkara dygdir. Hetta eru eginleikar, sum er grundarlagið undir mongum sigri, so vit enda við at siga…COME ON HB, WE’RE READY FOR YOU

Viðmerkingar

  1. Marni Mortensen

    Super útvarping í Vági móti HB, STÓRA takk fyri Niels og Co.