TB styrkir seg við landsliðsleikara

Hóast hann einans er 23 ár, hevur hann longu fleiri landsdystir fyri Senegal. Her sæst hann í venjingardysti móti Meksiko í fjør, har sjálvasti Javier Hernandez, hjá Manchester United hevur tað sera trupult við afrikansku bjørnini (Mynd: Getty Images)

TB hópurin sær meira og meira spennandi út, nú fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í hæddini. Sunnukvøldið kundi aldursforsetin í føroyskum fótbólti kunngerða, at Senegalski miðvallarin, Joseph Bassene var komin aftur til felagið, og í dag kunnu vit aftur kunngerða eitt nýtt navn í TB høpi. Talan er um Babacar Ndiour, sum er verjuleikari úr Senegal, og sum hevur spælt fleiri A-landsdystir, hóast sín unga aldur. 23 ára gamli Babacar, skuldi eftir ætlan spæla fyri B68 í fjør, men pappírsarbeiðið bleiv handfarið ov seint, og tískil fekk sterki verjuleikarin ikki spæliloyvi í Føroyum. Í næstum kemur hann til royndarvenjing hjá TB, og vísir hann seg at verða eins góðan, og vit vóna og vænta, so verður sáttmáli undirskrivaður, veit TB venjarin, Hans Fróði Hansen at siga.

Innrás úr Senegal
TB hava áður havt leikarar úr Afrika, og allir hava teir verið okkum dyggir stuðlar. Tá tað so fyrr í vetur bleiv kunngjørt, at krútsterki senegalski, Ndende Adama Guéye kom til TB, eftir at hava spælt nøkur ár í B68, vistu vit, at í honum áttu vit ein góðan leikara. Sunnudagin bórust so tey gleðisboð, at landsmaður hansara, Joseph Bassene eisini kemur til TB í ár. Joseph hevur áður spælt í TB, og hansara dygdir styrkja væl um hópin. Í kvøld kunnu vit á triðja sinni kunngerða, at ein nýggjur leikari úr Senegal kemur til TB. Gamaní er talan um royndarvenjing í fyrstu syftu, men vit vóna og vænta, at leikarin er nóg góður til at fáa sáttmála alt fyri eitt. Nýggi maðurin er einans 23 ára gamal, men hevur, hóast sín unga aldur, longu umboðað A-landsliðið hjá Senegal fleiri ferðir. Tað kann nevnast, at hann longu hevur roynt seg í dysti móti Hugo Rodallega og Radamel Falcao í dysti móti Kolumbia, og móti Javier Hernandez, í dysti móti Meksiko.
Skuldi tað komið til, at eisini Babacar fær sáttmála við TB, so má tað sigast at vera ein ávís innrás úr Senegal. Við trimum leikarum úr afrikanska landinum, er tað met í felagnum. Tó skal sigast, at tað áður hava verið fleiri enn tríggir leikarar úr sama útlandi í felagnum, men tá hava teir verið úr Serbia.

Fekk ikki spæliloyvi á Toftum
Babacar Ndiour, sum forvitnisligi afrikanin eitur, var til royndarvenjing hjá B68 í fjør, men onkursvegna gekk pappírsarbeiðið ov seint, og spæliloyvi fekst tískil ikki til evnaríka verjuleikaran. Evnini vóru tó, væl og virðuliga, til sáttmála, men óeydnutíð fyri toftamenn, gekk ov seint við pappírunum. Arbeiðast má tí av øllum alvi, um maðurin vísir seg at verða eins góður, og vit vænta og vóna.

 

Áloyparar í heimsklassa, so sum Radamel Falcao, Hugo Rodallega og Javier Henrandez hava allir havt æruna av at spælt yvirav TB leikaranum, Babacar Ndiour (Mynd: Sulekha.com)

Hevur spælt á høgum støði
Ungi afrikanski leikarin hevur royndir frá bestu deildini úr Senegal, har hann hevur umboðað høvuðstaðarfelagið ASC Diaraf. Felagið er eitt av teimum meira sigursvandu í landinum, og hevur eitt nú vunnið meistaraheitið 11 ferðir, og steypakappingina heili 14 ferðir. Tríggjar ferðir hava teir vunnið greipuna.

Evnaríki verjuleikarin má hava spælt væl, tí hann hevur vakt ans hjá landsliðsvenjara teirra. Babacar hevur eisini spælt fleiri landsdystir fyri Senegal

Hví bara royndarvenjing
Vit spurdu Hans Fróða Hansen, um hví TB ikki festi mannin at einum sáttmála beinanvegin, tá man longu hevði hoyrt so nógv gott um hann. Og til hetta svarar venjarin, at skilagott varsemi er til at viðmæla í tílíkum førum.

– Vit kunnu vera óhepnir – sum felagið vist hevur verið áður – at maðurin, sum kemur til Føroya, ikki er tann sami, sum sáttmáli er skrivaður við. Við at tryggja seg, sum vit gera nú, fáa vit ongar óneyðugar og óvæntaðar útreiðslur, sum kosta okkum dýrt. Hetta er ein skilagóð tilgongd, sum er púrasta uttan vansar fyri felagið.
Harafturat vil eg fegin fáa høvi til at síggja leikaran sjálvur, áðrenn eg taki avgerðina um, at eg ynski mær hann í hópin, sigur Hans Fróði Hansen, høvuðsvenjari hjá TB

Tað verður spennandi at síggja nýggja styrkin til venjing í næstum, og hópurin sær nú rættuliga spennandi út.

Heimligi hópurin er langtsíðani byrjaður at venja saman, hóast offisiella “fyrsta” venjing var sunnudagin. So tá útlendsku leikararnar koma afturat, tá byrjar veruliga at líkjast.

Scroll to Top