Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB styrkir seg við stórum profili

| On 02, Dec 2012

Ndende skoraði einsamalla málið hjá B68, í 1-1 javnleikinum á Svangaskarði í fjør (Mynd: Álvur Haraldsen – Sosialurin)

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir afrikansku kempuni hjá B68, eftir at tað gjørdist greitt, at hann mest sannlíkt vildi halda fram í bestu deildini. Fleiri feløg hava eisini ligið framvið, men dystin um undirskriftina hjá Ndende Adama Guéye, vann TB.

29 ára gamli Ndende Adama Guéye er stórur og sterkur miðvallari úr Senegal, sum hevur umboðað B68 síðan 2008. Hann hevur, frá 2008-2012, spælt 135 dystir fyri B68, og hevur skorað 20 mál. Hann var eisini um reppið, at skora sítt 21. mál, á seinasta leikdegi í fjør, men takk og lov, megnaði hann tað ikki, og sostatt megnaði TB at halda seg omanvert niðurflytingarstrikuni, meðan B68 hinvegin noyddust tungu leiðina niður í 1. Deild. Ndende fer nú at kempa, lið um lið við fyrrverandi kappingarneytunum, men tað fer uttan iva at ganga væl, og báðir partar eru spentir, um komandi samstarvið.

Ndende Adama Guéye – verjuleikari / miðvallari – 126 dystir í Effodeildini – 9 steypadystir – 20 mál (Kelda: Faroesoccer.com)

Kann brúkast á nógvum plássum
Sterki miðvallarin kann eins væl nýtast sum verjuleikari, og serliga er tað hansara fantastiski fysikkur, sum kemur honum til góðar. Hann er sostatt rættuliga virðismikil leikari, sum mín sann eisini dugur at skora nøkur mál, um hann verður tveittur fram í álopið. Fysikkur hansara er øðiligur, og tað er ikki úr ongum, at hann hevur fingið eyknevnið; afrikanska kempan hjá B68. Nú verður tað so TB, sum fara at gagnýta nógvu og góðu eginleikarnir hjá senegalesanum, og vit vænta, at hann verður okkum ein góður fongur.

Fleiri leikarar eru um reppið at longja við barndómsfelagið, so spenningurin er stórur, nú hópurin byrjar at nærkast onkrum sera spennandi.