Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB tekur ábyrgd á dómara-økinum

TB tekur ábyrgd á dómara-økinum

| 26/11/19

Í longri tíð hevur tað verið stórur mangul uppá fótbóltsdómarar í Suðuroynni og hóast FSF hevur varpa ljós á hatta, hevur tað gingið sera strilti at loysa trupuleikan.

Tí valdi TB at taka ábyrd og skipaði saman við FSF fyri einum dómaraskeiði í heyst her við Stórá. Men sjálvt um fleiri vístu áhuga, so var endin at einans tríggir mans frá TB fullførdu skeiðið og gjørdist dómarar.

Eingin frá hvørgan Royn ella FC Suðuroy var við og er hatta als ikki nøktandi, havandi í huga at bæði liðini, saman við TB, hava lið í 2.deild og sostatt verða 27 heimadystir í 2.deild í Suðuroy komandi ár.

Fyri at kunna døma í 2.deild er FSF dómaraprógv krav og tískil fer 2.deild 2020 at verða sera avbjóðandi innan at finna dómarar/hjálpardómarar.

Teir, ið hesa ferð tók prógv sum FSF dómarar vóru: Gilli Augustinussen, Bogi Einarsson og Jens Rói Sørensen.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing