Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB-útisetar fylkjast í Arctos

TB-útisetar fylkjast í Arctos

| 25/07/14

Arctos ella TB? Myndin er tikin eftir seinasta dystin farna kappingarár. Arctos vann 7-1 og tryggjaði sær harvið 2. plássið og uppflyting. Frá vinstru: Niels Strøm Rødgaard, venjari, Heine Mortensen, Mikal Jespersen, Hanus Mortensen, Beinir Midjord og Jákup Vestergaard Larsen. Andrias Krambeck Vestergaard og Jákup Pæturssonur Dam vanta á myndini.

Her koma vit við samrøðu, ið ein av ídnastu fjepparunum hjá TB, Helgi Eidesgaard, hevur gjørt við Niels Rødgaard, ið er venjari hjá útisetaliðnum Arctos.

Vanligt hevur verið, at føroyingar í Keypmannahavn spæla við ÍF Føroyum á Kløvermarkini. Støðan hjá mongum av teimum, ið hava røtur í TB, er tó øðrvísi. Fleiri eru nevniliga byrjaðir at leika við einum heldur ókendum liði, ið leikar í donsku Serie 5, nevniliga Arctos.

Orsøkin er einføld, tí fyrrverandi TB-leikarin Niels Strøm Rødgaard er vorðin venjari hjá hesum ókenda liði, hvørs navn merkir ’bjørn’ á oldgrikskum, og sum varð stovnað so seint sum á heysti í 2011. Niels hevur longi ætlað at gerast fótbóltsvenjari, og tí er tað funnin fressur at vera venjari hjá Arctos, tí felagið stuðlar honum í at taka venjaraskeið hjá danska fótbóltssambandinum, DBU. Higartil hevur Niels staðið venjaraskeið hjá DBU á sonevnda B1-støðinum. Tað, at Niels stríðist við afturvendandi skaða í knænum, hevur eisini gjørt sítt til, at hann er byrjaður sum venjari.

HE: Hvussu ber tað til, at tú ert endaður í Arctos?

NSR: Jeg byrjaði at venja við einum øðrum liði, sum jeg ikki vandi, men sum jeg bert spældi við av og á. Mín søga í Arctos er eitt sindur fløkjaslig. Ein av teimum, ið eisini leikti við tí fyrra liðnum, hevur verið við Arctos frá byrjan, og hann bað meg koma at spæla við onkuntíð, tó mest sum málmaður, tí knæið hjá mær var í fillum um tað mundið. Tá læknin so gav knænum tey endaligu ”deyðsboðini”, so tók jeg avgerð um at blíva venjari. Tað var so heppið, at Arctos tá vildi taka fetið upp og blíva eitt sindur meira seriøst, og tí sóknaðust teir eftir einum venjara. Teir høvdu – uttan hepni – fleiri til samrøðu, men tá teir so hoyrdu um mínar ambisjónir, so valdu teir at spyrja meg. Haldi, jeg fekk mína venjaradebut 9. juni 2013.

HE: Tú nevnir ambisjónir. Hvørjar eru egentliga tínar ambisjónir innan venjarayrkið?

NSR: Góður spurningur, tí alt er enn so nýtt, so jeg havi ikki hugsað so nógv um tað enn, men man vil sjálvandi altíð blíva so góður sum møguligt til tað, sum man ger, og tað er ongin ivi um, at jeg fari at hava við venjaragerningin at gera í nógv ár framyvir! Hetta eru bara fyrstu fetini á trappuni, men tað skal ikki vera nøkur loyna, at jeg ofta havi hugsað um at blíva venjari fyri besta mansliðið hjá TB einaferð í framtíðini, so tað er í hvussu so er ein dreymur! Um tað er síðsta fetið á trappuni, skal jeg ikki duga at siga, men lat okum bara taka eitt stig í senn;)

HE: Hvussu ber tað so til, at so mangir, ið hava leikt við TB, nú leika við Arctos?

NSR: Enn ein góður spurningur… Tá jeg byrjaði í Arctos, manglaðu teir málmann, so jeg fekk skjótt lokkað mín góða vinmann Beinir Midjord til felagið. Liðið var fult av fínum og fittum fýrum, men tíverri dugdu fáir av teimum væl at spæla fótbólt. Um jeg skuldi verða verandi, so mátti liðið tískil blíva munandi betri, og tí var tað perfekt, at fleiri, sum jeg kendi væl, byrjaðu at flyta niður. Talan eru um dreingir, sum jeg VEIT eru góðir, bæði á og uttanfyri vøllin, so jeg royndi sjálvsagt mítt besta at lokka teir til felagið. Mikal Jespersen og Heine Mortensen fingu nakrar kampar fyrsta árið, og lokna kappingarár eru Hanus Mortensen, Jákup Vestergaard Larsen og at enda Andrias Vestergaard eisini komnir aftrat. Um man leggur Jákup Dam aftrat, so eru okur tískil 8 tvøramenn.

Jeg eri sera takksamur fyri, at hesir eru hoppaðir við uppá hendan vognin, tí teir hava allir spælt ein kolossalt stóran leiklut í, at Arctos er farið frá botnliði til uppflyting! Í hesum eru allir danskararnir eisini sera samdir. Teir eru bæði imponeraðir, samstundis sum teir eisini duga gott at skemtast við, hvussu okur bara blíva fleiri og fleri føroyingar. Eitt sera stuttligt og spennandi projekt, og tað ger tað sjálvandi ikki verri at tað eru 7 fyrrverandi TB’arir, sum eru við til at dríva verkið

HE: Okur enda við einum beinleiðis TB-relateraðum spurningi. Hvør er tín størsta uppliving í TB-troyggjuni?

NSR: Á vøllinum sigur tú? Tvætl, har hava verið bæði uppflytingar, dystir, leikarir, venjarir og formenn, sum tað hevur verið ein heiður at havt við at gera, men eitt minni er, sum jeg ongantíð farið at gloyma: 27. september 2008 skorar mín sera góði vinmaður, Allan B. Poulsen, í 88. minutti til 2-0 móti VB/Sumba á Sevmýri. Allir renna lukkuligir og samlast hjá honum í eina hjørninum – uttan tveir spønaðir menn í miðverjuni: Undirritaði og landsliðshetjan Óli Johannesen. Okur báðir leggja okum flatar á rygginum mitt á vøllinum, síðu um síðu og halda um hvønnannan, meðan okur skiftast um at fortelja hvørjum øðrum alt møguligt deiligt, sum jeg ikki vil avdúka her. Havi sjáldan upplivað eina so perfekta løtu við so reinari og ektaða lukku. At tað var saman við Konginum ger meg bara enn meira takksaman fyri upplivingina J Fyri slett ikki at tosa um sigursballið heima hjá mær seinni um kvøldið, men tað er ein onnur søga… 😉

HE: Okur takka Niels fyri prátið.

Hendan greinin er komin at enda, men okur sleppa ikki tráðnum bara soleiðis. Komandi vikurnar fara okur at tosa við nakrar av fyrrverandi TB-leikarunum hjá Arctos, og tað, ið hesir hava til felags, tað er sjálvandi tað, at teir allir hava Tvøroyrar Bóltfelag í hjartanum.