Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB vann debutdystin við Stórá

| 29/04/12

Dmitrije Jankovic bleiv dagsins maður, tá hann stýrdi verjuni við stórum hegni, umframt at hann eisini skoraði sigursmálið (Mynd: Turið Vestergaard í Dali)

Við einum kanón arbeiðsinnsatsi í verjupartinum, koppaði TB teimum reyðkløddu fuglfirðingunum, tá fyrsti dysturin á nýggja leikvøllinum við Stórá bleiv spældur í dag. Hóast ÍF átti at kalla alt spælið, dystin á tamb, so fekk TB vart einsamalla málið, sum teir megnaðu at skora longu tíðliga í dystinum. ÍF royndi og royndi, men tað skuldi stór orka til, fyri at sleppa framvið stinnu TB verjuni, og so vóru gestirnar ikki serliga neyvir heldur. Dagsins maður var heilt víst Dmitrije Jankovic, ið spældi ein framúr dyst í verjuni, umframt at hann eisini skoraði avgerandi málið í dystinum.

Týdningurin var øðiligur
Ein sigur er altíð týdningarmikil, men tað koma onkuntíð dystir, sum kunnu mynda eitt kappingarár, og tí hava hesir meira týdning enn aðrir. Í dag høvdu TB ein av hesum dystunum, tá teir á nýggja vøllinum við Stórá, skuldu royna at innvíga vøllin við manér, og beinanvegin gera vøllin til eina háborg, sum Sevmýri so mangan hevur verið ta áður. Tað er vanliga á heimavølli, at lið standa seg best, og tí var týdningurin av hesum, okkara fyrsta heimadysti, sera stórur.

Góð byrjan
Okkara løgdu væl fyri, longu frá byrjan, og skjótt bleiv eitt stórt trýst lagt á ÍF, sum hevði ovmikið at gera, bara við at verja og at sparka burtur. TB fekk tillutað nakrar deyðbóltstøður, og tað var eftir eina sovorðna støðu, at Dmitrije Jankovic kundi leggja aldursforsetan á odda. Fýra minuttir vóru spældir, og Bojan Timic varð settur at skjóta eitt hornaspark úti í vinstra borði. Innleggið kom væl innfyri, og Tb leikari smekkaði til. Skotið bleiv blokerað, og tá bólturin so fall fyri føturnar á Dmitrije, ivaðist hann ikki, men smekkaði hann hart og flatt í málið, til kollosalt stóra gleði fyri mongu áskoðararnar, og ikki minst leikarar og venjaran. TB hevði fingið eina framúr byrjan, og fortreytirnar broyttust heilt. NÚ var tað ÍF, sum skuldi royna at jakstra eina útjavning, meðan TB kundi dúva á skjót mótálop.

Trektu seg langt aftur
TB trektu seg langt aftur í verjustøðu eftir leiðslumálið, og nú var tað upp til ÍF at skapa dystin. Tað var tíðuligt, at tvøramenn vóru nøgdir við støðuna, og ikki minst, greiðir yvir vandan, ið stendst av sovorðnum taktikki. Men vápnini at svara aftur við, tá ÍF ikki megnaði at fáa avsluttað, tey fingu fuglfirðingar at merkja. Sera kviku Gilli Sørensen, Poul Ingason og Bojan Timic vóru sera grammir, og nakrar ferðir eydnaðist at koma fram til vandamiklar støður. TB megnaði at umstilla spælið frá verju til álop, við einari øðiligari ferð, og kanska var tað júst hendan sannroynd, ið setti eitt sindur av einum kýla í royndirnar hjá gestunum. Í øllum førum gekk tað framúr væl at spæla seg fram móti síðsta triðinginum av vøllinum, men tá verjumúrurin, við Dmitrije á odda, stóð fyri, komu gestirnar sjálvdan gjøgnum.

Skibsted var vandamikil
Lítli og sera kviki danski áloyparin hjá ÍF var ein støðug hóttan í fyrra hálvleiki, og serliga var tað, tá hann fekk samspælið við Danjal á Lakjuni at fungera, at teir høvdu hug at lumpa TB verjuna. Tvær støður uppstóðu, av uppspæli úr høgru, og báðar ferðir slapp Simon Skibsted inn um verjuna, og fekk ein sokallaðan fríleypara. Ivan kom tó væl út í báðum atløgum, og vardi somikið fyri, at Skibsted valdi skeivu avgerðina báðar ferðir. Fyrsta møguleikan smekkaði hann til, og bólturin fór tá beint framvið handaru stong. Í aðru atløgu valdi hann at lobba hegnisliga yvir Ivani, men tá var Martin Tausen vakin, og hamraði bóltin burtur.

ÍF satsaðu móti endanum
Tá ein tími var spældur, valdi ÍF at satsa eitt sindur meira, og settu Clayton Soares á vøllin. Vandamikli brasilski áleyparin skuldi royna at hjálpa ÍF við at leggja trýst í luftspælinum, tí TB høvdu nú funnið útav at tætta fyri alla aðrastaðni. Hendan taktikkin fingu gestirnar tó ikki nógv burturúr, tí Dmitrije er beinleiðis ekspertur í luftspælinum, og er sera ringur at skumpa. Sterki serbin vann eisini at kalla allar teir høgu bóltarnar, sum ÍF desperat royndi at gúppa inn í brotsteigin. Men tá átta minuttir írestaðu, og ÍF satsaðu enn meira, tá skuldi nakrir møguleikar spyrjast burturúr. ÍF broytti aftur skipan, og nú varð sterki verjuleikarin, Bartal Eliasen eisini sendur fram. Bartal kláraði at taka dystin upp við Dmitrije og hansara stríðsmenn í svørtum og hvítum, og beinanvegin spurdist ein møguleiki burturúr, tá Clayton Soares kom at standa leysur í brotsteiginum. Ivan stóð tó væl plaseraður í málinum, og bjargaði framúr væl. Seinni møguleikin, ið spurdist úr økta trýstinum, var aftur eftir eina deyðbóltstøðu, tá Bartal tamdi væl við bringuni, og tá hann sá Danjal á Lakjuni koma stórleypandi uttanfyri brotsteigin, valdi Bartal at leggja hann fyri føturnar á unga viðleikara sínum. Skotið bleiv hart og gott, men tíbetur fyri TB, so fór tað beint omanfyri tvørstongini. Nú fór síðsta vónin hjá fuglfirðingum, og móti dystarenda, mundi ungi Poul Ingason økt til 2-0, tá hann fekk ein fríleypara. Poul var bara tíverri so útlúgvaður, at hann ikki megnaði at halda skoti sínum niðuri. Hann hevði eina løtu frammanundan ligið eina løtu á vøllinum við krampa í tjúkkanum.
Fleiri mál komu sostatt ikki í dystinum, og tí kann TB fegnast um fyrsta sigurin í Effodeildini, og enn meira týdningarmikið, fyrsta sigurin á nýggja vøllinum við Stórá. Sigurin hevur við sær, at TB nú hava hálað seg upp á áttanda pláss, framm um NSÍ og FC Suðuroy. ÍF misti hinvegin nøkur fet í oddastríðnum, men liggja enn á fjórða plássi, nú fyrstu seks umførini eru spæld.
Stórt tillukku við sigrinum, og ikki minst tí vakra vøllinum.

HAGTØL
Effodeildin – 6. umfar

KÍ-NSÍ 3-2 (1-2)
0-1: Jann M. Mortensen (10.)
1-1: Filip Djordjevic (17.)
1-2: Klæmint A. Olsen (28.)
2-2: Páll A. Klettskarð (71.)
3-2: Páll A. Klettskarð (82.)

B36-B68 1-2 (0-1)
0-1: Jonas F. Rasmussen (26.)
1-1: Róaldur Jacobsen (70.)
1-2: Christian H. Jacobsen (93.)

TB-ÍF 1-0 (1-0)
1-0: Dmitrije Jankovic (4.)

EB/STREYMUR-HB 2-2 (1-2)
0-1: Símun Samuelsen (15.)
1-1: Hans Pauli Samuelsen (16.)
1-2: Andrew av Fløtum (21.)
2-2: Levi Hansen (60.)

Víkingur-FC/Suðuroy 4-0 (0-0)
1-0: John T. Poulsen (62.)
2-0: Suni úr Hørg (64.)
3-0: Joseph Y. Bassene (79.)
4-0: Hjartvard Hansen (82.)