Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB vann við Løkin

| 26/02/12

Fyrireikingarnar hjá TB fyri komandi kappingarár eru í hæddini, og aftur í dag spældu okkara ein venjingardyst. Dysturin í dag var tann triðji í røðini, og dagsins mótstøðulið var NSÍ. Hóast tað var á útivølli, so vóru tað TB sum settu ferðina teir fyrstu 45 minuttirnar. Eftir steðgin komu runavíkingar betur við, men tað var tó ikki fyrr enn aftaná enn eitt TB mál. NSÍ endaði dystin eitt vet omaná, men TB megnaði at halda um leiðsluna, og vann ein tepran 2-1 sigur.

Nógvar gitingar eru gjørdar um formin og styrkina á ymisku liðunum, nú tey spæla venjingardystir. Men tað er sera torført at gera sær nakrar tankar, um hvør aktuella styrkin er. Venjarar velja ofta at geva teimum yngru leikarunum møguleikan, umframt at rætta spælskipanin verður fínjusterað. Tí kann man lættliga síggja stór frávik í úrslitunum. Úrslitini er tó als ikki tað, ið fokus eigur at vera á í venjingardystum. Tað ræður heldur um at vera til reiðar, tá kappingin byrjar av álvara.

TB byrjaði betur
Frá fyrsta bríksli, løgdu tvøramenn eitt støðugt trýst á heimaliðið, og hóast spælið var alt annað enn vakurt, so megnaðu okkara skjótt at spæla seg fram til nakrar møguleikar. Eftir 42 minuttum eydnaðist tað eisini at fáa nøktandi úrtøku, tá Dan Mortensen slapp leysur í høgra borði. Hann sendi eina neyva sending inn fyri, har Aron Sørensen tamdi bóltin við bringuni, áðrenn hann sneiddi sær hegnisliga, og legði leðurkúluna í meskarnar. Hendan støðan helt sær fram til steðgin, og tí var tað kanska lagt upp til lættari arbeiði hjá okkara venjara, Milan Kuljic, enn hjá Kára Reynheim, NSÍ venjaranum.

Vaknaðu eftir seinna málið
Í steðginum blivu nakrar broytingar framdar, og sum heild blivu nógvar útskiftingar framdar í øðrum hálvleiki. Hetta var galdandi fyri bæði liðini, og møguliga var tað júst tað, sum órógvaði. Hvussu er og ikki, so fingu gestirnar skorað eitt rættuliga skjótt mál í øðrum hálvleiki, og hesaferð var tað uppleggjarin frá fyrsta málinum, sum nú slapp at avslutta sjálvur. Dan hevði, eftir eitt væl spælt álop, runnið seg leysan í brotsteiginum, og tá hann so harafturat fekk eina framúr sending, hamraði hann krúllin undir bóltin, so at hann feyk sum eitt skot í tættasta málhorn.
Eitt mál eftir bestu fótbóltsreglum.
Eftir seinna málið til TB, raknaðu runavíkingar við, og tá TB samstundis byrjaði at taka seg eitt vet longur aftur, tóku teir á heimaliðnum yvir, og stýrdu í veruleikanum tað, ið eftir var av dystinum. Teir megnaðu tó bert at fáa eitt mál, og hetta kom, tá á leið ein tími var spældur.
NSÍ fekk hornaspark í høgru síðu, og tá bólturin kom innfyri, rakti hann Tór Mortensen á hondina. Brotspark bleiv tí dømt av Dagfinni Olsen, og Árni Frederiksberg gagnýtti til fulnar. Men so komu teir heldur ikki nærri einari treiskari TB verju, sum kempaði manniliga. Fleiri útskiftingar blivu aftur framdar, og fleiri mál komu ikki í dystinum. Sostatt vann TB sín seinna venjignardyst í ár, og tað er í sjálvum sær positivt, men meira enn tað, eigur man ikki at leggja í úrslitið.

HAGTØL
NSÍ-TB 1-2 (0-1)
0-1: Aron Sørensen (42.)
0-2: Dan Mortensen (49.)
1-2: Árni Frederiksberg (52.) (brs.)