Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB vant burturúr FC Suðuroy

| On 15, Jun 2012

At Gilli Sørensen var smílandi í dystinum móti grannunum úr Vági, er onki at siga til. 3-0 sigurin var sera uppiborin (Mynd: Turið Vestergaard í Dali)

Hjá TB hevur gingið rættuliga gott í Effodeildini higartil. Teir hava skapt sær ein veruligan varða, inni við Stórá í Trongisvági, og tað hevur rokkið til fleiri sera góð úrslit. Ónskvøldið vóru grannarnir úr FC Suðuroy á vitjan, og hevur tað gingið gott hjá TB higartil, so er støðan hjá gestunum ørðvísi. Teir høvdu, undan oyggjabrakinum, bert fingið trý stig á kontuna, og bert skorað trý mál í 11 dystum. Tað lá tí í luftini, at TB fór at vera við yvirvág, og tað hendi so sannuliga eisini. TB vann ein sera greiðan og væl uppibornan 3-0 sigur, sum ikki var eitt einasta mál ov lítil.

Munur sást beinanvegin
Tað gingu ikki meira enn 15 sekund, so fekk TB longu sín fyrsta risa málmøguleika, sum onkursvegna ikki gav mál. Gilli Sørensen, sum skuldi vísa seg, at vera sera væl upplagdur, slapp inn um bakkin í vinstru síðu, haðani hann legði eitt frálíkt innlegg, beint á bollan á Bojan, sum var komin at standa væl fyri, inni í brotsteiginum. Bojan var tó ikki nóg klárur, og skallarin fór tí, argandi, framvið handaru stong, til stórt lættilsi fyri gestirnir.
Trýstið, sum TB fekk, tíðliga í dystinum, vardi í veruleikanum allan dystin, við einkultum brotum, har bólturin einamest var á miðjum vølli. Tað kann nevnast, at hagtølini frá fyrra hálvleiki, fyri skot á mál, vóru 11-0 til TB. Av hesum 11 møguleikunum, vóru teir flestu heilt stórir, og avgjørt meira enn tann eini, kundu lættliga enda í málinum. Bojan Timic, Gilli Sørensen, Dan Mortensen og Igor Grkajac, brendu allir heilt stórar møguleikar gjøgnum fyrsta hálvleik, og serliga Igor var øðiliga tætt við. Meira enn tað eina málið bleiv tað tó ikki til, teir fyrstu 45 minuttirnar, og tað skoraði Bojan Timic, tá hann varð settur at taka sær av brotsparki, sum Dan Mortensen vann sær, eftir enn eitt uppspæl úr høgra borði.

Bojan Timic kennir uttan iva til søguliga málið hjá Panenka frá EM finaluni í 1976, tí hann gjørdi Panenka kynsturið eftir (Mynd: Bjarni Nygaard)

Panenka stílur yvir Bojan
Antonin Panenka var tann fyrsti, sum royndi seg við at lobba bóltin í mál, frá brotsparksblettinum, og hetta var í EM finaluni í 1976, tá Kekkoslovakia møtti Vestur Týsklandi. Panenka var seinasti skjúttin í brotsparkskappingini, sum var tann fyrsta brotsparkskappingin í einari EM finalu. Skoraði hann, kundu Kekkoslovakia vinna EM, so trýstið má hava verið øðiligt. Ísakaldur, og sera troyttur, gjørdi Panenka seg kláran, og lobbaði síðani hegnisliga mitt í málið, uttan nakran møguleika hjá Sepp Maier at bjarga. Sepp hevði tveitt seg til vinstru, og kundi bara liggja og hyggja, meðan fótbóltsheimurin undraðist og fagnaðu hendan nýggja mátan at taka brotspark. Líka síðan, hava túsundtals leikarar roynt at gera Panenka kynsturið eftir, og mangir hava eisini klárað tað, men sera nógvir hava ikki.
Bojan Timic hjá TB er nú ein av teimum, sum eisini hava roynt tað, og sera sera menlíkt málinum hjá Panenka, setti hann bóltin framvið Stanislav Kuzma, sum eins og Sepp Maier, bert kundi undrast yvir frekleikan hjá skjúttanum. Gleðin á heimaáskoðarunum var sjálvandi sera stór, og tað var tann perfekta støðan at fara til hálvleiks við. Málið kom eftir 33 minuttir.

Dmitrije Jankovic er krútsterkur verjuleikari, sum eisini dugur væl at bíta frá sær í álopstøðum. Her økir hann til 2-0 fyri TB (Mynd: Bjarni Nygaard)

Sama gongdin eftir steðgin
Eins og í fyrsta hálvleiki, setti TB seg fullkomuliga á dystin frá byrjan, og bert 11 minuttir eftir steðgin, kundi Dmitrije Jankovic leggja aldursforsetan á odda 2-0. Málið kom eftir frálíkt frísparksinnlegg úr høgru, sum Gilli Sørensen hamraði innfyri. Krútsterki serbiski verjuleikarin hjá TB, Dmitrije Jankovic var tann fyrsti, sum náddi bóltinum, frammanfyri Sasa Kolman, sum royndi at verja fyri. Høvdið á Dmitrije rakti bóltin stak væl, og málverjin, Stanislav, kundi onki gera, tá bólturin kom við øðiligari ferð móti honum. Málið var sera vakurt, og trekti síðstu tonnina, úr tannleysu gestunum.
Sterki verjuleikarin hevur nú skotið tvey mál í Effodeildini í ár, og er tískil ikki bara ein fongur í verjuspælinum, har hann annars hevur funnið eitt sera gott stev, saman við Óla Johannesen.

Poul Ingason er, hóast einans 16 ár, longu í gongd við at spæla seg inn á eitt fast pláss í Effodeildini, og tað í sjálvum sær, er sera imponerandi. Hann skoraði eitt praktfult mál, og er sera ágrýtin. Ein spennandi ungur leikari, sum vit, uttan iva, fara at síggja nógv til framyvir (Mynd: Bjarni Nygaard)

FC Suðuroy royndu at svara aftur
Eftir 2-0 málið hjá TB, royndu gestirnir at svara aftur, við at flyta meira fólk fram við. Men alt ov ofta var talan um, at menn ikki heilt trúðu uppá, at teir kundu sleppa inn um verjuna. Hendinga ferð komu teir nær við, men ikki fyrr enn langskotið hjá Inga Poulsen, tá 75 minuttir vóru leiktir, sum smeyg sær eitt vet uttanvert stongini, kom líkinda trýst frá gestunum. Nakrar ferðir komu teir til góðar støður, men seinasta sendingin bleiv óneyv, og tí spurdist onki burturúr. Reidar D. Joensen, sum kom inn fyri John T. Poulsen, tá sjey minuttir írsetaðu, fekk tann størsta møguleikan hjá gestunum. Undir trýsti, fekk hann vent sær kvikliga, og sent eitt flatt skot móti málinum. Ivan var tó vakin, og blakaði seg. Í skotstøðuni, gleið Reidar, so kanska hann kundi hava minkað um munin, um hann ikki var gliðin. Hvussu er og ikki, so broyttist støðan ikki, og tá innskifti Poul Ingason so eisini skoraði við sínari fyrstu nerting á bóltin, varð ljósið sløkt, og hurðin stongd.
Poul var júst komin inn fyri Hanus Mortensen, sum fekk ein snudd, eftir samanbrest, og tá Igor Grkajac sendi eina framúr sending innfyri, hevði Poul ta neyðuga kølni, til hegnisliga at skalla bóltin framvið Stanislav, og í síðunetið. Útskiftingin eydnaðist framúr væl, og Poul blívur við at imponera alt og øll. Einans 16 ára gamla stórtalentið bankar av álvara á dyrnar, til at fáa fast pláss, og fær tað eisini skjótt. Men tað eru nógvir um boðið, og heldur hann fram við sínum góðum taktum, verður tað ikki long tíð, til Poul sæst meira regluliga. Málið var tað triðja hjá Poul higartil, tvey í Effodeildini, og so einsamalla málið móti HB, í steypakappingini.

HAGTØL
Effodeildin – 12.umfar

Víkingur-NSÍ 1-1 (0-1)
0-1: Jann Martin Mortensen (34.)
1-1: Fritleif í Lambanum (51.)

TB-FC Suðuroy 3-0 (1-0)
1-0: Bojan Timic (33.) (br.)
2-0: Dmitrije Jankovic (56.)
3-0: Poul Ingason (87.)

EB/Streymur-ÍF 2-1 (0-0)
1-0: Levi Hansen (70.)
2-0: Gert Hansen (81.)
2-1: Lesi Hansen (90.) (s.m.)

KÍ-B68 3-0 (2-0)
1-0: Páll A. Klettskarð (33.)
2-0: Heðin á Lakjuni (45.)
3-0: Páll A. Klettskarð (55.)

B36-HB 1-0 (0-0)
1-0: Dánjal Rói Olsen (64.)