Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

TB/FC Suðuroy/Royn møtir AB

TB/FC Suðuroy/Royn møtir AB

| 06/03/17

Í kvøld var lutakast í 3-2 um steypakappingini hjá monnum. Felagsliðið í Suðuroynni TB/FC Suðuroy/Royn skal í fyrsta umfari, ið er áttandapartsfinalan, spæla úti móti Argja Bóltfelag.

Dysturin á Argjum verður leiktur 2. apríl. Skuldi TB/FC Suðuroy/Royn leikt seg víðari, so verða kvartfinalurnar 13. apríl. Hálvfinalurnar eru 10. og 25. mai. Sjálv finalan í steypakappingin verður 26. august.

Áttandapartsfinaluumfarið sæst niðanfyri:

AB – TB/FCS/Royn
B68 – Víkingur
EB/Streymur – Skála
B36 – B71
07 Vestur – NSÍ
HB – MB
ÍF – Giza Hoyvík
Undrið FF – KÍ