Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Teitur Justinussen komin heim

Teitur Justinussen komin heim

| 16/06/17

Evnaríki og tekniskt dugnaligi Teitur Justinussen verður aftur partur av Effodeildini, hesa ferð við TB/FC Suðuroy/Royn. Teitur hevur í alt leikt 168 dystir við TB í sínari tíð sum fótbóltsleikari í vaksnamannadeildini. Av hesum 168 eru 76 leiktir í Effodeildini har hann hevur skotið átta mál.

Teitur Justinussen er 24 ára gamal og kann so at siga brúkast hvar tað skal vera á vøllinum, men hevur millum annað verði brúktur sum bakkur og vongur.

Vit ynskja Teituri hjartaliga vælkomnum heim.

Mynd: Savnsmynd av Teiti í TB troyggjuni.