Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Teitur og Jonas á U21

Teitur og Jonas á U21

| On 26, Aug 2015

Landsliðið fyri U21 leikarar er í dag úttikið. Tveir av okkara leikarum umboða felagið á U-21 landsliðnum. Hesir eru Teitur Olsen og Jonas Gejel Hansen. Eisini er fyrrverandi TB leikarin Poul Ingason úttikin.

Niðanfyri sæst tíðindaskriv frá FSF í samband við úttøkuna. Dysturin sum skal leikast er móti Finnlandi á útivølli.

Týsdagin 8. september skal føroyska U21-landsliðið í eldin aftur, tá finnar taka ímóti á ISS Stadion í Vantaa í Finnlandi.

Talan er um næsta dystin í undankappingini til EM 2017, sum um tvey ár verður í Póllandi.

Í hesum sambandi hava venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze úttikið hesar 18 spælararnar:

Elias Rasmussen, Víkingur
Leivur Joensen, ÍF
Benjamin Heinesen, B36
Teitur J. Olsen, TB
Poul N. Mikkelsen, ÍF
Jónas Gejel Hansen, TB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)
Poul Ingason, HB
Hákun Edmundsson, NSÍ
Meinhard Olsen, Vendsyssel (DEN)
Niklas Thomsen, AB
Bartal Wardum, HB
Haraldur Højgaard, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Karstin Højgaard, AB
Gestur B. Dam, B36
Tórur Justesen, KÍ

U21-landsdysturin ímillum Finnland og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 16:30, føroyska tíð.

Fyrsti dystur í undankappingini til EM 2017 var fyrr í ár spældur á Svangaskarði, har Aserbadjan vann 1-0.