Teitur Olsen eisini við í ár

Ungi og evnaríki leikarin Teitur Olsen verður eisini at síggja í TB/FC Suðuroy/Royn í ár. Sáttmáli er skrivaður við 22 ára gamla Teitur og harvið er hansara luttøka eisini tryggja hetta kappingarárið.

Í fjør leikti Teitur 25 dystir í Effodeildini og var hann eisini ein av teimum, ið leiktu allarflest minuttir. Hann leikti í alt 2.245 minuttir, ið var fjórðmest á liðnum.

Teitur debuteraði á besta TB liðnum í 2012, tá hann var 17 ára gamal í einum dysti ímóti Víkingi. Teitur hevur hóast sín unga aldur longu leikt 102 dystir í bestu deildini í Føroyum.

Scroll to Top