Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Teknið tykkum til Bassa Cup

| On 09, Feb 2012

Í morgin, er freistin til at tekna seg til innandura Bassa Cup kappingina í Trongisvági. Kappingin verður leygardagin 18. februar, og fyri at náa at leggja kappingina til rættis, mugu vit hava eina freist fyri tilmeldingunum. Gentur og dreingir kappast í aldursbólkunum U-8, U-10, U12, U-14, U-16 og U-19. Við vón um góða undirtøku, og sjálvandi góðan stuðul frá áskoðaraplássunum.

Leikreglur:
Barn, sum til dømis skal luttaka í bólkinum U8, má ikki hava fylt 8 ár áðrenn 1. januar 2012.

Liðini í bólkunum U8, U10 og U12 spæla við 5 leikarum + einum eyka.

Liðini í bólkunum U14, U16 og U19 spæla við 4 leikarum + 2 eyka.

 

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin, 10. februar, og tað ger man við at ringja á tlf 282060 ella á 221078.
Kostnaðurin er kr. 300 fyri hvørt lið.

Bassa Cup 2012 verður stuðlað av Eik Banka

Tvøroyrar Bóltfelag