1.KÍ
31
2.TB
29
3.07 Vestur
29
4.EB/Streymur
22
5.Víkingur
22
6.HB
22
7.AB
19
8.NSÍ
18
9.FC Hoyvík
14
10.B68
2
1.FC Hoyvík
28
2.Skála
26
3.07 Vestur
21
4.KÍ
20
5.FC Suðuroy
19
6.B36
17
7.TB
11
8.ÍF
10
9.Víkingur
8
10.MB
2

HB - TB
um 4 dagar
Ónsdagin kl. 18:00

TB - B68
um 1 viku
Sunnudagin kl. 15:00
75
Vitjandi í gjár
335
Vitjandi hesa vikuna
2.021
Vitjandi hendan mánaðin
18.671
Vitjandi í ár
66.475
Vitjandi síðan 30. sep 09
72.444
Updatera: kl. 07:14
Eftir skipanini skuldi TB í 1. Deild byrja seinnu kappingarhálvu við tveimum heimadystum á rað, móti ávíkavist B68 og FC Hoyvík. Men nú eru TB og HB blivin samd, um at framskunda teirra dyst úr 22. umfari til ónsdagin, tann 4. august. Upprunaliga varð hesin dystur settur til at vera spældur ónsdagin tann 15. september, men feløgini bæði halda, at tað er skilabetur at brúka feriuna, sum teir flestu hava nú, til at fáa hendan dystin spældan. Alternativið er, at TB noyðist til Havnar mitt í eini arbeiðsviku, og tað er ikki so heppið.
Nú tey flestu hugsa um Ólavsøkuna, sum er beint fyri framman, fer Dreingjaliðið hjá TB/Royn so smátt at byrja sínar fyrireikingar til seinnu hálvu av kappingarárinum. Flestu leikararnir hava verið í summarferiu, men nakrir teirra hava seinasta mánaðin verið uttanlands í landsliðsørindum. Hesir eru nú allir heim aftur komnir, og tí er laga manni at byrja. Venjararnir hava ásett 2. august til byrjunardagin, so nakrir dagar hava ungu dreingirnir tó eftir at stuttleika sær í. Fyri framman er eisini forkunnugur Teknik Skúli, sum verður hildin á Tvøroyri frá 10- til 12 august, so tað hendir nógv í Suðuroynni í uppstartinum til seinnu kappingarhálvu.
Í gjár gjørdist talan um tveir sigrar til føroyska U-15 landsliðið. Tann eini dysturin var móti norska liðnum Tesla IL, meðan tann seinni var venjingardystur móti skotska Falkirk FC. Teir yngstu føroyingarnir hava veruliga sett dám á í sínum bólki, og í morgun vunnu teir eisini eina lítla "5 a side " innandurakapping. Hjá U-17 liðnum hevur ikki gingið eins væl, men teirra mótstøðulið hava eisini verið rættuliga sterk, og ferðin øðiliga stór.
Internationali fótbóltsfestivalurin í Aberdeen fór av bakkastokki í dag, og í ár eru bæði U-15 og U-17 landsliðini umboðaði. Hesi bæði skuldu eisini í eldin í dag, og vóru tað U-15 dreingirnir, ið løgdu fyri við at vinna 2-0 móti Dundee FC. U-17 dreingirnir vóru ikki eins hepnir, og máttu teir lúta 1-0 móti Birmingham City FC. Serliga stuttligt er tað at kunna greiða frá, at eini av málskjúttunum í 2-0 sigrinum hjá U-15, var 14 ára gamli Poul Ingason av Tvøroyri.
Eftir eina góða og mennandi venjingarlegu í enska býnum Newcastle, eru føroysku U-15 og U-17 landsliðini ávegis til Aberdeen í Skotlandi, har tey skulu luttaka í stóru altjóða kappingini Aberdeen International Football Festival (AIFF), sum verður hildin á hvørjum ári. Venjararnir eru positivt innstillaðir, og hóast bæði liðini hava nakrir leikarar uttanfyri við ymiskum snuddum, eru vónirnar góðar til hesa kapping. Á venjingarleguni spældu liðini móti væl sterkari mótstøðu, og ofta var mótstøðan eisini væl eldri. Í komandi kapping í Aberdeen verða tað javngamlir dreingir, teir koma at møta, og tað átti at sæst aftur onkursvegna.
Vit í TB Studio ynskja tykkum alt tað besta í kappingini.
Hóast tað ikki gjørdist talan um úrslitaliga góða úrtøku, eru venjararnir á U-17 landsliðnum sera væl nøgdir. Dreingirnar hava staðið saman og víst fyrimyndarligan stríðsvilja, hóast mótstøðan aloftast var bæði eldri, størri og sterkari. Í dag spældu teir sín seinasta dyst í Onglandi, áðrenn leiðin gongur til Skotlands sunnudagin. Í Newcastle rendu suðuroyingarnir seg í eitt kent andlit. Ein av ungdómsvenjarunum hjá Newcastle United er nevnuliga fyrrverandi TB leikari.
Bæði U-15 og U-17 landsliðini spældu dyst í dag móti samansettum leikarum úr liðum kring Newcastle. Í báðum førum gjørdist talan um tap, men innsatsinum hjá hvørjum einstøkum føroyskum leikara eru venjararnir, sum heild nøgdir við. Hjá U-17 gjørdist talan um 3-0 tap, meðan U-15 bert taptu 2-0. Hesir leikararnir, sum føroysku liðini møttu vóru nakað eldri enn okkara, og miðalaldurin var um 19 ár.
Eins og U-17 landsliðið, er eisini U-15 landsliðið á venjingarlegu í Newcastle í hesum døgum. U-15 liðið spældi longu í gjár móti teimum ungu hjá Newcastle, og gjørdu teir ikki mætari enn at vinna 1-0. Vit hava frætt úr Onglandi, at venjarunum Eli Hentze og Mathias Davidsen dámdu væl mátan, teir føroysku dreingirnir arbeiddu saman, og at teir vóru væl nøgdir við innsatsin. Við á liðnum eru tveir leikarir umboðandi TB/Royn.
U-17 Dreingjalandsliðið, sum er á venjingarlegu í Onglandi og Skotlandi í hesum døgum, spældi sín fyrsta dyst fyrrapartin, og tað má sigast at hava gingið væl. Okkara møttu U-17 liðnum hjá Newcastle United, og úrslitið gjørdist 1-1. Ensk lið er vanliga rættuliga fyfisk í sínum spælihátti, og Newcastle liðið var onki ørðvísi í so máta. Tó, so kempaðu okkara fyrimyndarliga, og hesaferð rakk tað til 1-1 javnleik.
Nú 1. Deildarliðini hava havt feriu í eina viku, hava vit valt at taka samanum kappingarárið higartil. Hjá summum hevur gingið væl, og hjá øðrum eitt sindur verri, og soleiðis vil tað so vera, tí øll kunnu ikki vinna hvørja ferð. Um byrjað verður ovarliga á stigatalvuni, so sæst at KÍ og TB hava staðist stinnast higartil, men beint í hølunum á teimum báðum liggur 07 Vestur og lúrir. Í hinum endanum er B68 dragnað dekan ov nógv, men heldur undrunarvert er tað, at ein av kandidatunum til uppflyting, FC Hoyvík, eisini stríðist í botninum.
MNCIII




