Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tíðirnar broytast, og vit broytast við

| 13/10/12

Hans Fróði prátar við nakrar av leikarunum, áðrenn fundin í kvøld (Mynd: Niels Petersen)

Starvsnevndin hjá Tvøroyrar Bóltfelag, saman við nýútnevnda ítróttarstjóra felagsins, Hans Fróða Hansen savnaðu í kvøld allar leikararnir í vaksnamannadeildini til fund. Á fundinum bleiv tikið samanum, júst farna kappingarár, og kunnað varð eitt sindur um, ætlanirnar fyri komandi ár. Heilt fitt av leikarum møttu, og menn vóru enn merktir, av øllum tí positiva frá farna kappingarári. Tað tóktist, sum sat spenningurin enn í teimum, og tí var lagið lætt og gott.

Tíðin arbeiðir fyri TB
TB megnaði akkurát at halda seg yvir B68, tá alt varð talt saman, eftir seinasta bríksl í 2012, og tað er TAÐ, sum er av størsta týdningi. Nú verður fokuserað frameftir, tóktust allir at vera samdir um á fundinum í kvøld. Nýggi ítróttarstjórin hjá Tvøroyrar Bóltfelag, Hans Fróði Hansen tosaði fyri leikarunum, og legði fram, hvørjar ætlanir felagið hevur fyri framtíðina. Ikki bert komandi ár, men ætlanin er, at tað verður ein langsiktað ætlan, sum felagið so fer at fylgja.

TB skal hava eitt konsept
Navnframi leirvíkingurin, sum kom til Tvøroyrar Bóltfelag undan júst farna kappingarári, er nú settur sum ítróttarstjóri í felagnum, og hansara uppgávur verða munandi øðrvísi í ár, í mun til í fjør, tá starvsheitið var hjálparvenjari. Sum ítróttarstjóri fer Hans Fróði, saman við starvsnevndini, og venjarunum í felagnum, at uppbyggja eina spæliætlan, ella eitt konsept.

TB spæliætlanin, ella hvat heitið hendan fær, fer at vera okkara máti at spæla fótbólt, og við hesum fáa vit styrkt enn meira um felagskensluna. Hendan spæliætlan skal ikki einans fylgjast av vaksnamannadeildunum, men eisini av ungdómsliðunum. Líka frá teimum minstu, um seks ára aldur, og líka til Effodeildina, skulu somu grundprinsippir vera galdandi, og øll skulu venjast miðvíst, til at fylgja hesari TB ætlan. Vit koma at hoyra meira um hesa ætlan seinni, um til dømis, hvussu hon endaliga fer at síggja út, og hvat fokuspunktini fara at verða.

Fleiri og fleiri feløg kring heimin hava sítt egna konsept, og øll lið teirra fylgja ætlanini til fulnar. Hetta fer nú at verða roynt í TB, og vit, sum varða av felagnum eru sera glað fyri at síggja, at felagið er eitt so sunt og vælvirkandi felag, sum ikki bara er virkið, meðan kappingin er í gongd, men til allar tíðir roynir at menna seg, og samstundis býin kring felagið.

TB er, og verður verandi eitt slóðbrótandi ítróttarfelag, og hóast ágangurin hevur verið stórur, so hóra okur undan. Tað koma okur altíð at gera, tí aldargamla kampróp okra ljóðar, OKUR VILJA VINNA.

Fyrireikingarnar byrja tíðliga
Fyri at vera so klárir, sum yvirhøvur til ber, tá kappingarárið 2013 verður bríkslað í gongd, fara venjingarnar hjá teimum vaksnu í gongd fyrst í november. Væntandi verður ein venjingarlega løgd inn í ætlanina eisini. Meira um venjingarleguna, og annað, sum fyriferst í okkara kæra felagi, fæst at vita í morgin