Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Toftamenn standa fyri skotum

Toftamenn standa fyri skotum

| 10/03/16

Sunnudagin verður annað umfar av Effodeildini á skránni – talan verður um eitt spennandi umfar, har millum annað John Petersen í FSF Varpinum hevur sagt, at hann væntar eitt umfar við nógvum málum.

Leiðin gongur norður um fjørð, inn á Toftir, har okkara fyrrverandi venjari, Páll Hagbert Guðlaugsson og hansara B68 taka ímóti. B68 byrjaði við at fáa eitt stig móti AB á útivølli.

B68 eru sum kunnugt uppflytarar í ár og teir eru spáddir av mongum at vera partur av botnstríðnum. Hetta sama er galdandi fyri okkum, um vit væl at merkja lurta eftir ymiskum ekspertunum, sum hava mett um Effodeildina 2016. Hetta er tó als ikki ætlanin hjá felagnum sjálvum og serliga venjarin hevur greitt meldað út at vit skulu longur upp á stigatalvuna.

John Petersen helt fyri í FSF Varpinum, at talan verður um ein javnan dyst sunnudagin, sum endar við einum javnleiki, har endaliga støðan gerst 1-1 – livst so spyrst. Hóast hetta so væntar John, at tá avtornar, at tað endar við at AB og B68 fara niður.

Síðsti dystur endaði við einum tapi við Stórá, tá KÍ mátti koma suður vegna kava í Klaksvíkini.

Dysturin verður sunnudagin á Toftum klokkan 16:00.

Einaferð TB, altíð TB!

Viðmerkingar