Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Toppdystur við Stórá

Toppdystur við Stórá

| 31/03/15

TB spælir sín næsta dyst heima vid Stórá móti NSÍ á skertórsdegi. Tad kennist løgið, men hetta er ein toppuppgerð í Effodeildini í 5. umfari. Okur lata okkum ikki taka á bóli av støðuni okur eru komnir í, tí Effo-deildin er eitt langt maraton og okur arbeiða knallhart dyst fyri dyst og hálvleik fyri hálvleik.

NSÍ legði út sum eitt óløgi, teir skoraðu ein hóp av málum í byrjanini, og løgdu grundarsteinin undir gódu kappingarbyrjanina. Teir fingu eitt skot fyri bógvin móti B36 í Gundadali, men reistu seg manniliga aftur móti ÍF við Løkin og liggja eftir 4 umfør nummar 1.

Tad verða tvey lið, sum hava havt eina ólíka kapping. NSÍ hevur skorað nógv mál higartil, tað hevur TB ikki, men TB hevur latið fá mál inn, NSÍ hevur latið nøkur mál inn. Av teimum fyrstu 4 dystunum hevur NSÍ havt 3 í Runavík og TB hevur havt 3 á útivølli. NSÍ hevur enn ikki fingið stig á útivølli, men tað hevur TB. Hóast TB ikki hevur tapt enn, sæst at javnleikirnir telja lítið samanlagt, men teir geva okkara monnum sjálvsálit og nú skulu TBarirnir royna at skora tá málmøguleikanir koma, so kann tad henda, at TB røkkur enn hægri hæddum.

Gódan dyst

Mortan Enni