Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Toppskorarin hjá grannunum skiftir til TB

Toppskorarin hjá grannunum skiftir til TB

| 22/07/14

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Patrik Johannesen aftur verður at finna í TB. Patrik er 18 ára gamal og er sonur “gomlu” TB-kempuna Jón Johannesen, ið dagliga er venjari hjá besta liðnum hjá FC Suðuroy. Patrik hevur sín fótbóltsuppvøkstur í TB, men valdi í 2013 at skifta til grannarnar fyri sunnan. Í fjørð spældi hann 26 dystir og skoraði 8 mál. Í ár hevur hann gjørt ein ordiligan vørr og hevur skorað 11 mál í 18 dystum og er mest skorandi spælari á liðnum hjá FC Suðuroy og fjórðmest skorandi spælarin í 1. deild.

Ein kærkomin styrkur, nú vit skjótt missa toppskorara okkara, Ragnar Tausen.

Seinni í dag leggja vit eina samrøðu út við Patrik.

Vit ynskja Patrik hjartaliga vælkomnan aftur í barndómsfelagið og vóna at hann fellur væl til og verður væl móttikin.

 

Viðmerkingar