Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tórsdagsdystur í Havn

Tórsdagsdystur í Havn

| 11/04/18

Tórsdagin klokkan 18:00 verður dystur í Gundadali hjá TB/FC Suðuroy/Royn har B36 tekur ímóti. Sannast má, at higartil so hava hvørki TB/FC Suðuroy/Royn ella B36 fingið eina byrjan uppá kappingarárið, ið er nakað serligt.

B36 hevur fingið fýra stig eftir fýra dystir meðan TB/FC Suðuroy/Royn má noyðast við eitt stig færri, við øðrum orðum er tó talan um tvey lið, ið liggja lið um lið á ávikavist 7. og 8. pláss í Betrideildini.

Í síðsta umfari tapti TB/FC Suðuroy/Royn á Skála 3-0 í einum dysti, har fyrsta máli í opnum spælið burdi komið, men tað bleiv av ongum hóast málmøguleikarnir vóru har. Hinvegin so hevur B36 skotið fleiri mál og millum annað er hálvi tvøramaðurin Meinhard Olsen toppskjútti í Betrideildini higartil, hann hevur skotið fýra av teimum seks málunum hjá teimum hvítu.

Dysturin verður sum kunnugt tórsdagin klokkan 18:00 í Gundadali.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing