Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tríggir leikarar hava skrivað sáttmála

Tríggir leikarar hava skrivað sáttmála

| 15/12/19

Ingason heldur fram í TB

Góðu tíðindini halda fram fyri tey, ið eru góð við felagið. Tvøroyrar Bóltfelag hevur í dag skrivað undir sáttmála við krútsterka froðbingin, Poul Ingason, fyri kappingarárið 2020.

Poul er uppvaksin í TB og hevur, fyri uttan árini 2014-16, har han spældi fyri besta liðið hjá HB, altíð spælt fyri TB. Poul er ein av veteranunum á liðnum, hóast hann einans er 24 ára gamal. Við sínum 146 dystum í bestu deildini og 27 málum, so er hetta ein ótrúliga sterkur leikari, ið vit hava megnað at longt við.

188 cm langi Poul byrjaði sína fótbólts-yrkisleið sum áleypari, men hevur seinastu árini verið álitið í verjuni. Við sínari styrki í nærdystum og í luftini, er hann sera trupul at koma framvið – spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at rigga saman við nýggju, donsku leikarunum. Er neyðugt, so kann Poul eisini verða blakaður fram í álopið, tí skotstyrki hevur hann sum fáur. Tað eru ikki so fá mál TB hevur fingið á returbóltum, tí at málmaðurin hjá mótstøðumonnunum hevur ikki megnað at hildið bóltinum eftir einum skoti frá Poul.

Vit eru sera fegin um at Poul hevur valt at taka enn eitt tørn fyri barndómsfelagið og ynskja honum og liðfeløgunum alt tað besta í komandi kappingarári.

Nikolei og Jens Erik halda fram í TB

Eitt er at fáa royndar leikarar at halda fram, eitt annað er, at tað er ótrúliga týdningarmikið at halda ungdóminum til. Tí er sera gleðiligt, at tveir av okkara evnaríkastu fótbóltsungdómum hava valt at halda fram í TB komandi kappingarár.

18-ára gamli miðvallarleikarin, Nikolei Johannesen, spælir eisini fyri TB í komandi kappingarári. Nikolei debuteraði á besta liðnum í 2018, tá vit itu TB/FCS/Royn. Gjøgnumbrotið kom í ár, tá hann beit seg fastan á besta TB-liðnum. Nikolei er bróður navnframa KÍ- og landsliðsleikaran, Patrik Johannesen. Pápin, Jón Johannesen og pápabeiggin, Óli Johannesen, eru eisini millum TB- og landsliðslegendurnar. Tað kann tí ikki undrað, at eisini Nikolei longu hevur smakkað til landsliðsfótbóltin – hann hevur nevniliga spælt 2 dystir fyri føroyska U19-landsliðið.

Nikolei hevur spælt 36 dystir í bestu deildini og skotið 2 mál. Nikolei hevur einastandandi gott ”yvirblikk” á vøllinum, eitt gott skot og er sera væl fyri tekniskt.

Hin ungi leikarin, ið eisini hevur skrivað undir í dag, er einans 17-ára gamli Jens Erik Bruhn. Jens Erik er eisini miðvallari og náddi ein dyst fyri besta liðið í 2018. Í 2019 slóg hann ígjøgnum og spældi 21 dystir fyri TB. Jens erik var partur av føroyska U17-landsliðshópinum í 2018, har hann spældi 5 dystir.

”Vørumerkið” hjá Jens Erik er hansara ótrúliga orka og vilji. Jens Erik gevur ikki upp fyrr enn dómarin floytar. Hann er skjótur, sterkur, hóast sín unga aldur og tekniskt dugnaligur. Ein leikari, ið ofrar seg 100% fyri liðfelagarnir.

Vit eru ótrúliga glað fyri at Jens Eri og Nikolei eru við komandi ár og ivast onga løtu í, at teir báðir koma at geva sítt stóra íkast til eitt gott kappingarár 2020. Bestu eydnu komandi ár!

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing