Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tríggjar TB gentur til U17 og U19 venjingar

Tríggjar TB gentur til U17 og U19 venjingar

| 30/01/17

Venjingarnar fyri føroysku ungdómslandsliðini eru so smátt byrjaðar og nú eru fyrstu venjingarnar fyri gentulandsliðini eisini á skránni.

Tríggir TB leikarar eru úttiknir til venjingarnar hjá U17 og U19. Á U17 er Silja Pálsdóttir Augustinussen úttikin meðan tað á U19 eru Julia Naomi Mortensen og Kristin Petra Højsted.

U17 landsliðsvenjingin verður í Tórshavn leygardagin 11. februar. Skráin er hendan:

09.00 – 10.30 Venjing
11.00 – 11.30 Døgurði
11.30 – 12.30 Fundur
13.00 – 14.30 Venjing

U19 landsliðsvenjingin verður í Tórshavn sunnudagin 12. februar. Skráin er hendan:

Kl. 09.00 – Møta í gamla FSF-húsinum
Kl. 09.30 – Venjing
Kl. 11.30 – Døgurði
Kl. 13.30 – Venjing
Kl. 15.00 – Liðugt

Á myndini sæst Julia Naomi Mortensen til TB fótbóltsskúlanum í summar 2015.