Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Troyggjan hjá dagsins leikara á uppboðssølu

| 25/04/13

Sum eina víðaribygging uppá átaki við at lata tykkum, vitjandi her á síðuni, velja dagsins leikara, so er nú borið so í bandi, at troyggjan hjá dagsins leikara verður seld á uppboði. Troyggjan verður við autografinum hjá leikaranum, sum tit velja sum besta leikara í dagsins dysti móti ÍF.

auction

Atkvøðugreiðslan fer at koyra í ein dag og endar atkvøðugreiðslan fyri ÍF dystin fríggjakvøldið, Dýra Biðidag, klokkan 20:00.

Síðani verður møguleiki at geva boð uppá troyggjuna umvegis viðmerkingarnar niðri undir greinina, ið verður løgd út í tí sambandið. Tey, ið ikki vilja, at teirra boð skulu síggjast alment eru vælkomin at senda eini SMS á 22 83 32 ella senda eini privat boð til Jan Smedemark á Facebook. Hetta boðið verður síðani lagt út, av undirritaða.

Møguleiki er at geva boð uppá troyggjuna til klokkan 20:00 leygardagin. Kemur nakað boð seinastu 10 minuttirnir verður freistin longd við 10 minuttum.

Byrjunarboðið er 500 kr. Umframt so er sett sum krav, bjóðar ein yvir, skal boðið økjast við minst 25 kr.

Viðmerkingar