Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Trupul dystur í Gundadali

Trupul dystur í Gundadali

| 06/08/16

TB og HB hava søguríkar uppgerðir sína millum í Gundadali og Tvørabakkin var tiltikin fyrr í tíðini. Í dag stendur slagið um nútiðina og nútíðin sigur okkum so frægt, at talan verður um ein truplan dyst. Ikki bert mett eftir stigatalvuni, har HB hevur 14 stig fleiri enn vit, men skaðar, leikbann og spæliforboð gera tað ikki lættari.

Tá alt kemur til alt, so eru sjey av okkara leikarum raktir av antin skaða, leikbanni ella spæliforboð. Hvat viðvíkur hesum spæliforboðið, so eru tað leikararnir úr HB, har leigusáttmálin fyriskrivar, at teir ikki mugu leika móti felagnum, sostatt mugu Breckmann, Ingason og Mohr hyggja at. Salmundur og Teitur Olsen eru leikbannaðir til dystin í morgin eftir, at teir hava ogna sær fýra gul kort, sum eftir løgnari broyting frá FSF nú gevur leikbann. Rógvi er framvegis skaddur og Eirikur við.

Sigfríður er tí noyddur, at blanda kortini og enntá finna onkran jokara til dystin í morgin – veteranar lúra í baktjaldinum.

Dysturin byrjar í Gundadali 17:30. Dysturin verður dømdur av einum finskum dómara, Kalle Mäkinen.