Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Trý stig í fyrsta dystinum

Trý stig í fyrsta dystinum

| 11/03/19

Í gjár skuldi fyrst slagið standa við Stórá í Betri Deildini, hesa ferð í svørt-hvítum aftur – sum eisini eigur at vera til stóra gleði fyri allar die-hard TB-fjeppararnir.

Dysturin byrjaði, við TB-brillum, heilt væl og vóru tað vit, ið vóru spælstýrandi tað mesta av fyrsta hálvleiki. Vit fingu so eisini valuta fyri pengarnar, tá nýggi áloyparin Ivan Ivanovic smekkaði til eitt sindur uttan fyri 16-metrinum. 1-0 og fagnaðurin var stórur fyri fyrsta málið í ár.

Tað skuldi gerast enn betur tá 79 minuttir vóru farnir. Tá var tað ungi og evnaríki Stefan Radosavljevic bleiv spældur innum AB verjuna og eftir, at málmaðurin hjá AB royndi at bjarga endaði við, at bólturin støkk á fótin hjá Stefani og endaði í málinum. 2-0 og nú tóktist tað vera avgjørt, men AB fingu skora til 2-1 í yvirtíðini.

Annars kundi TB havt vunni heili 3-1, tá Ivan Ivanovic var einsamallur við AB-málmanninum, men tíverri misnýtti hann henda sera góða møguleikan.

Eftir hetta fyrsta umfarið liggja vit á einum deildum fyrsta plássi saman við Víkingi, NSÍ og B36 sum øll eisini vunnu sínar dystir.

Í dystinum fekk Jens Erik Bruhn debut fyri besta liðið hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Jens Erik er bert 16-ára gamal og var sostatt eisini yngsti leikarin í hesum umfarinum.

Umframt Jens Erik vóru fleiri aðrir ungir TB’arir við í hópinum. Nikolei Johannesen, 17, spældi gott væl ein tíma. Hann bleiv skiftur inn í dystinum ímóti KÍ í 26. umfari í fjør. Regin í Lágabø, 20, fekk næstan allan dystin við ímóti AB, hann varð útskiftur í 79. minutti. Hann umboðaði besta liðið hjá TB/FCS/Royn ein dyst í fjør, hetta var í steypakappingini. Andrias Sørensen, 19, kom inn til allarsíðst í dystinum ímóti AB. Hann er skrásettur fyri 3 dystir í bestu deildini. Umframt hesar ungu mennirnir sat Bárður Dimon, 19, á bonkinum sum eykamálmaður.

Í vikuskiftinum er tað Skála sum stendur fyri skotum, tá vit skulu til Skála at spæla. Skála tapti 1-0 ímóti B36.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing