Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Trý stig í fyrsta dystinum

Trý stig í fyrsta dystinum

| 12/03/17

Í dag varð fyrsta umfar av Effodeildini á skránni og við Stórá tók nýggja fótbóltssamstarvi í Suðuroynni í móti ÍF. TB/FC Suðuroy/Royn endaði við at gerast vinnarin av dystinum, sum tó var merktur av at hetta var fyrsta umfar í Effodeildini 2017.

TB/FC Suðuroy/Royn legði seg á odda eftir átta minuttum, tá Jón Krosslá Poulsen kundi skriva seg inn í søgubøkurnar fyri hesum nýggja kapittulinum í fótbóltssøguni hjá Suðuroynni.

Miðskeiðis í fyrsta hálvleiki bleiv 2-0 eftir at Salmundur við einum akkrobatiskum saksara setti bóltin í málið. Hendan støðan helt seg til 74 minuttir vóru farnir, tá tað eydnast ÍF at minka um munin. Ari Ellingsgaard var einsamalli málskjúttin hjá ÍF í dag og sostatt endaði dysturin við at TB/FC Suðuroy/Royn tóku tey fyrstu trý stigini við sær.

Sum úrslitini annars lagaðu seg í dag, so liggur TB/FC Suðuroy/Royn á einum deildum fyrsta plássi saman við Havnar Bóltfelag.

Næsti dystur hjá TB/FC Suðuroy/Royn er í móti 07 Vestur í Vágunum næsta sunnudag.