Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tryggur heimasigur!

Tryggur heimasigur!

| 14/06/14

Tað var eitt skert TB-lið, sum spældi við Stórá ídag. Óli Johannesen og Teitur Olsen kundu ikki spæla fyri skaða og leikbann, so nýggj miðverjuuppstiling mátti finnast. Gleðiligt var, at Martin Tausen er komin aftur, og undir liðini á honum hevði Hagbert sett Jonhard Ferjá. Langi skaðasteðgurin hjá Martini nervaði hann als ikki, og hann stýrdi øllum har afturi við tryggum spæli og nýggi maðurin undir liðini á honum gjørdi tað lætt fyri seg sjálvan og spældi trygt og einkult.

Uppstillingin var eitt sindur annarleiðis, enn vanligt. Ivan var í málinum. Jonhard og Martin í miðverjuni. Á bakkunum vóru Ragnar joensen og Eirikur. Heini, Aron og Rógvi mannaðu sentralu miðjuna og Mikkjal, Arthur og Ragnar tóku sær av offensiva partinum. Hetta vísti seg at rigga sera væl, tí teir fremstu menninir býttu í heilum um pláss, og hetta ørkymlaði AB-verjuna.

TB fekk eina dreymabyrjan. Fólk høvdu nóg illa sett seg niður, so var lynt undir stórsigurin. AB spældi bóltin nógv aftur og fram í verjuni, men tá teir komu um miðlinjuna, taklaði TB-miðvøllurin teir eirindaleyst. Hetta var júst tað, sum evldi til fyrsta málið. TB vann bóltin á miðjuni, Eirikur ger eitt yvirlapp og leggur síðan bólin í feltið har Arthur kemur stormandi, málverjin tóktist ikki tryggur við støðuna og misti bóltin fyri føturnar á Ragnari Tausen, ið takkaði fyri og skoraði til 1-0. Nú høvdu nervarnir lagt seg.

Mynstrið alla hálvleikin var tað sama. TB lat AB spæla aftur og fram í verjuni og tá teir nærkaðust miðjuni so fangaðu TB-ararnir bóltin og fóru í mótálop. Oftani gekk tað heldur skjótt fyri seg, tá TB fór frameftir. Bóltanir blivu í heilum høpisleyst lossaðir í feltið uttan mál og mið. Men diagonalsendingarnar vóru framúr góðar. Tær tægaðu alla verjuna hjá AB sundur. Serliga Eirikur tóktist vælupplagdur á bakkinum.

Eftir 22 min hendi tað sum ein sat og bíðaði eftir. AB spælir bóltin, eins og TB væntaði, aftur og fram, Heini lesur avleveringina væl og brýtur spælið hjá AB og strýkur avstað gjøgnum verjuliðið hjá argjamonnum, púra leysur í feltinum steðgar hann á og leggur bóltin fyri føturnar á Rógva, ið skorðar lættliga. Hetta var eitt sera vakurt og ísakalt mótálop, sum Heini eigur alla æruna fyri.

Tað hendi ikki tað heilt villa í fyrra hálvleiki, fyrr enn móti endanum, tá TB fekk brotsspark. Hetta var eitt óvanliga vakurt uppspæl. Ragnar og Rógvi høvdu nakrar flottar hæl og tá kombinatiónir úti í høgra borði, har Eirikur var komin við einum av sínum mongu yvirlappum. Eirikur legði bóltin fyri føturnar á Rógva, sum við einari fínari kropsfintu tekur AB-verjuna á bóli. Hann verdur feldur og dómarin dømir brotsspark til TB. Ragnar Tausen setti tað trygt í netið. Hálvleikur og 3-0 til TB.

TB hevði eitt sindur av mótvindi í seinna hálvleiki, og AB pressaði hart á, fyri at koma á máltalvuna. Tað var lítið skil á okkara monnum hesa løtuna, og AB skapti fleiri vandamiklar deyðbóltstøður, men Jonhard, Aron og Martin stóðu stinnir í verjuni. AB kundi skorað, tá 55min vóru farinr. Eitt gott innlegg úr vinstru síðu kemur á pannuna á einum AB-ara, ið skallar bóltin hegnisliga í einum boga móti langa horninum. Ólukkutíð fyri hann, so brast bóturin í tvørtræið og niður í vøllin. Bólturin hoppaði eitt sindur aftur og fram, til Jonhard hevði fingið nóg mikið og tveitir seg niður og sparkar bóltin av vandaleið. Og væl var sparkað, tí Ragnar Tausen streyk avstað fram við allari AB-verjuni. Hann sær, at málverjin er komin úr málinum og er í villarreiði. Kaldur sum hann er, sparkar Ragnar bóltin í kassan til 4-0. Game over!

Eftir hetta gjørdi TB nakrar útskiftingar. Heini, Rógvi og Mikkjal fóru út og Carl, Jákup og Teitur komu inn fyri teir. Onkrar roteringar blivu framdar og TB gjørdi tað óneyðuga ringt fyri seg sjálvt hesa løtuna. Heldur enn at spæla róliga saman, so blivu øll álopini skundaði í onki.
Tá menn vóru komnir til sin sjálvs aftur, bleiv tað sambafótbótur. Teitur og Arthur kombineraðu væl saman, har tann fyrri tvingar málverjan í eina góða bjarging. Og av sonnum hevði seinasta málið ein feril av sambarútmum yvir sær. Ragnar Joensen vinnur bóltin í verjuni, spælir bóltil fran til Arthur, ið finnur Carl, sum spælir Ragnar við hegnisligari sending. Ragnar hevur eina framúr fyrstu røring, og skapar sær sjálvum pláss og smekkar bóltin í kassan til 5-0. Ragnar, sum so løgið tað ljóðar, hevði ein róligan dag, men hann gjørdist dagsins maður við 4 málum, og øll høvdu gloymt alt um Holland og Spania í HM-endaspælinum.

Sum heild spældu allir TBarirnir væl. Okur hava bara onkuntíð lyndi til at gera tingini óneyðuga torfør fyri okkum sjálvar. Men tykur skulu allir hava rós uppiborið fyri 5 sera flott og gjøgnumspæld mál.

Einaferð, altíð TB!

Skrivað hevur Mortan Enni.

Stóra takk Mortan!

Viðmerkingar