Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tryggur sigur á FC Suðuroy

Tryggur sigur á FC Suðuroy

| On 06, Feb 2016

TB stillaði upp soleiðis. Joslain, Ragnar, Teitur O, Arni, Eirikur, Ndende, Rógvi, Salmundur, Koffi, Teitur J og Adu. Í seinna hálvleiki fór Boas í mál og inn komu Hávardur, Regin, Signar og Carl. Haldi eg havi gloymt ein, kann bara ikki koma í tankar um hvør.

Dysturin byrjaði varisliga frá TB. Gestirnir tóktist at tora betur og vóru frægari fyrstu løtuna. Spakuliga át TB seg inn í dystin og serliga eyðsýndir vóri Adu, ið var ein sonn marra fyri verjuna hjá mótstøðuliðnum og so Arni, íslendingurin, ið er og royndarvenur. Miðvallardynamoin Rógvi Joensen er eisini ein orkukelda uttan líka og sóu vit fleiri dømir um hetta.

FCS royndu at trýsta, men TB verjan royndist væl, hóast bæði lið bóru týðilig árin av, at tað er tíðliga á árinum.

Ímóti endanum av fyrra hálvleiki fær TB brotsspark, sum Salmundur tíverri brendi, eftir at Kári í FCS-málinum bjargaði væl.

TB sat nú á dystinum og tað var fult uppiborið, at Albert Adu kundi leggja TB á odda beint áðrenn farið var til hálvleik.

TB gjørdi nú 4-5 útskiftingar, m.a. fór blaðungi Boas Nitschke í málið. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sást hetta als ikki, tí nú fleyt TB-spælið sera væl – væl varð kombinerað og fleiri møguleikar komu burturúr. Tí seinna málinum stóð Adu aftur fyri, tá hann fluktaði bóltin upp undir yvirleggjaran og í mál. Eitt sera vakurt mál.

TB trýsti enn meira og var tað stuttligt at júst Salmundur skuldi sleppa at “gera skaðan góðan aftur” og skora triðja málið.

Eftir triðja málið dovnaði okkara spæl nakað, hóast eingin ivi var um, at TB hevði um longra endan.

Hattin av fyri FCS tó, teir kempaðu fyrimyndarliga og spælið var í løtum heilt gott og uttan iva nakað, ið fer at vera við til at fáa teir upp í oddin av 1. deild í ár. Tað var uppiborið at FCS minkaði um munin, eftir gott innlegg, ið Mamuka headaði í kassan aftanfyri Boas, ið ongan kjans hevði at taka bóltin.

Ein fínur venjingardystur í einum góðum ítróttaranda. Vit takka TB-leikarunum fyri innsatsin í dag og gleða okkum til næsta dyst. Eisini takka vit grannunum í FCS fyri at vitja okkum og fyri at geva okkum ein skarpan gang. Tykkum verður ynskt alt tað besta í komandi kappingarárið.

Nevnast kann eisini, at heilt fitt av fólki var samankomið til venjingardystin – minst líka nógv, ið vit síggja til dystir í Effo-deildini ymiskt støð í landinum. Ein av áskoðarunum var Hervé Din Din, ið var komin allan vegin úr Cameroon í morgun. Hervé fer nú undir at venja við besta liðnum og vónandi verður hann okkum ein fongur í álopinum, við glóðheita Albert Adu!

Einaferð TB – altíð TB!!!