Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tveir TB’arar á U21-landsliðnum

Tveir TB’arar á U21-landsliðnum

| 10/11/15

U21 landsliðið hjá Føroyum er í hesum døgum í Russlandi og skal leika fjórða dystin í undankappingini til EM, sum verður í Pólandi í 2017.

Russar standa sostatt fyri skotum og við eru tveir TB leikarar til hendan dystin. Dysturin verður 12. november, tórsdagin.

Talan er um Patrik Johannesen og Jonas Gejel Hansen.

Umframt teir báðar fekk Teitur Olsen eisini landsliðsboð, men Teitur mátti geva avboð til hendan túrin.